Tað verður javnan sagt, at alt kann henda í politikki, og tað ber sanniliga til at brúka í hesum føri. At Bárður Nielsen leggur frá sær, og Kaj Leo Johannesen tekur við, merkir samstundis, at Sambandsflokkurin má lata ein tingsess til Javnaðarflokkin. Hetta kemst av, at Heðin Mortensen, ið er næsti maður á Sambandslistanum í Suðurstreymi, síðani seinasta løgtingsval hevur skift til Javnaðarflokkin.
Hetta hendi eftir seinasta býráðsval, tá Heðin Mortensen varð blakaður úr flokkinum, tí Heðin Mortensen fekk boðið borgarstjórasessin við at fara í samgongu við Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin. Hetta bleiv restin av býráðsumboðanini hjá Sambandsflokkinum og leiðalan í flokkinum so fortørnað inná, at Heðin Mortensen varð blakaður úr flokkinum. Dagin var hann limur í Javnaðarflokkinum.
Í lagnunar speisemi ber tí til at gera ta niðurstøða, at tveir sambandsmálmenn – Kaj Leo, sum er fyrrverandi málmáður í HB, og Bárður hjá VÍF – í felag hava gjørt eitt rættiliga stórt sjálvmál.
Í morgun hevði Sambandsflokkurin átta tingfólk og Javnaðarflokkurin átta. Nú er støðan 8-6 til Javnaðarflokkin, tí Heðin Mortensen hevur gjørt av at taka við løgtingssessinum.