Sambandsflokkurin komin á mál

Flokkurin leggur nú nýskipanaruppskotið í rúgvuna av avgreiddum málum

Ríkisrættarlig støða

Sambandsflokkurin hevur í fleiri ár arbeitt við einum nýskipanaruppskoti, sum skuldi staðfesta ríkisrættarligu støðu Føroya í danska ríkinum.
Men nú leggur flokkurin uppskotið í rúgvuna av avgreiddum málum.
Tað ger flokkurin, nú Løgtingið hevur samtykt yvirtøkulógirnar og lógirnar um uttanríkispolitisku heimildirnar.
Nýskipanaruppskotið vísti, hvussu Føroyar kundu verða eitt sjálvstýrandi land í ríkisfelagsskapinum. Men nú løgtingið hevur avgreitt yvirtøkulógirnar og uttanríkispolitsku heimildirnar, er nýskipanaruppskotið at kalla framt í verki og tí verður taðnú lagt tilviks sum avgreitt, sigur Sambandsflokkurin.
? Tað er gott at vita, at vit langt um leingi eru komin har til, at vit hava fingið loyst hetta málið, og tað frøir meg, at endaliga loysnin liggur so tætt sum tað ger uppat tí uppskoti, sum vit komu við fyri skjótt seks árum síðan", sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum í tíðindaskrivi.
Hann vísir á, at orsøkin til, at vit eru komin so langt, er góður samstarvsandi ímillum samgonguflokkarnar og positivur samráðingarvilji ímillum Føroyar og Danmark.
? Viðurskiftini við Danmark eru nú dagførd eftir ynskjunum hjá Sambandsflokkinum og hjá einum breiðum meiriluta av Føroya fólki. Tá ið vit í næstum fáa eina nýggja stjórnarskipan, eru vit komin á mál í hesi syftu. Vit eiga tí at hyggja frameftir og brúka orkuna til at stýra okkara landi trygt inn í framtíðina, heldur enn at keglast um fortíðina, sigur formaður sambandsfloksins.