Sambandsflokkurin leggur valskráir fram í morgin

Í morgin 11. mars klokkan 10 fer Sambandsflokkurin at leggja fram sína valskrá til fólkatingsvalið 24. mars og løgtingsvalið 26. mars.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi á Hotel Brandan.

Valevnini hjá Sambandsflokkinum vera við, og tað verða Bárður á Steig Nielsen, formaður, og Anna Falkenberg, næstforkvinna og fólkatingsumboð, ið fara at leggja valskránna fram.

– Øll eru vælkomin, skrivar flokkurin.