Kaj Leo Holm Johannesen boðaði stutt eftir løgtingsvalið frá, at hann tekur seg aftur sum formann í Sambandsflokkinum.
Tað hava verið nógvar gitingar um, hvør nú skal taka valdið í flokkinum, og í dag hevur Sambandsflokkurin havt fund, har millum annað formanssessurin hevur verið til umrøðu.
Eitt av heitu nøvnunum til sessin er Bárður Nielsen, og tað var eisini hann, sum Dagur og Vika fekk orð á í kvøld. Men sjálvur vildi Bárður á ongan hátt taka ognarrætt til sessin.
- Vit hava gjørt av, at flokstingið í heyst verður framskundað. Hetta verður so hildið 24. oktober, og tá vóna vit, at tað verður ein einmælt innstilling til formanssessin, segði Bárður Nielsen við Dag og Viku.
Spurdur, um hann hevði ambitiónir um at røkka sessinum, svaraði Bárður Nielsen, at hann fór at taka tað til eftirtektar, sum floksapparatið kom til.