Ivan Johannesen varð fyrstu ferð valdur á ting í 1978. Valskeiðið 1980-84 var hann formaður í fíggjarnevndini. Ivan Johannesen fall við valið í 1988, tá Suni Jacobsen varð valdur. Við valið 1990 misti flokkurin umboðið í oynni, men á valinum í 1994 vann Ivan Johannesen sætið aftur.
Ivan Johannesen var landsstýrismaður frá 1989-91 og frá 1994.
Tjóðveldisflokkurin í Vágum hevur uppstillingarfund í kvøld.
Tað ljóðar, at Fólkaflokkurin stillar upp Jørgin Niclasen, Hildur Joensen og annaðhvørt Svend Aage Ellefsen, sum Sosialurin skilir, at fólkafloksfólk í Sandavági hava valt fram um Jóannes Nielsen.