Sambandsmýtur ella føroyskt fólkaræði

Dávid Isfeld, Hósvík
--------

Fyrst av øllum, Johan Petersen; mær dámar ikki at vera lagdur undir søguavnoktan, søgufalsan og søgumanipulatión. Tað er ikki fullveldisfólk, ið syrgja fyri, at okkara børn og ungdómar einki læra í fólkaskúlunum um fólkaatkvøðuna í 1946, klaksvíksstríðið og jólafundin í 1888; tað líkist miðvísari søgufalsan og søguavnoktan.

Mýta og veruleiki
Tá tosað verður um fólkaatkvøðuna í 1946 koma persónligir og politiskir áhugar upp í tulkingina. Í øðrum londum, tá ein fólkaatkvøða verður tald upp, verða ógyldugar atkvøður ikki taldar við, tí tær hava onga ávirkan og eru tískil uttan týdning. Um vit telja upp eins og onnur demokratisk samfeløg, vildu vit fingið hetta úrslit: Loysing 50,7%, og stjórnaruppskoti 49,3% (166 atkvøður fleiri fyri loysing). Johan Petersen velur at taka tær ógyldugu atkvøðurnar við, fyri at loysingaratkvøðurnar skulu koma niður um 50%. Men hví skulu vit telja atkvøður øðrvísi enn restina av demokratisku londunum?
Johan Petersen sigur eisini, at fólkaatkvøðan bert var vegleiðandi. Danir hava á demokratiskan hátt valt sær eina grundlóg. Tað hava føroyingar enn ikki gjørt. Í donsku grundlógini er ein áseting um, at fólkaatkvøður eru at meta sum vegleiðandi. Tó er ongastaðni í donsku grundlógini ásett, hvussu farast skal fram, um antin føroyska ella grønlendska fólkið skal halda fólkaatkvøðu um sína tjóðarstøðu. Tað hevði eisini verið nógso nasadjarvt hjá einari tjóð at ásett í síni egnu grundlóg, hvussu aðrar tjóðir kunnu skipa sína tjóðarstøðu. Harafturat verður grundgevingin um, at 1946 fólkaatkvøðan einans skuldi verið vegleiðandi politiskt fullkomiliga tileinkisgjørd av avgerandi politiskum útsagnum bæði áðrenn og aftaná 14. september, og bæði av politiskum leiðarum í Føroyum og teirra samhugaðu í donsku stjórnini; millum hesar sjálvur forsætisráðharrin, Vilhelm Buhl. Hann boðaði undan fólkaatkvøðuni frá, at meirilutin av atkvøðugreiðsluni fór at verða virdur (kelda: tinganes.fo). Sig mær Johan, er útsøgn danska forsætisráðharrans ikki til at taka fyri fult? Koma forsætisráðharrar bert við óálítandi og vegleiðandi útsøgnum? Fólkaatkvøður verða fylgdar í øðrum siviliseraðum londum; men her í molbúgvararíki eru tær altso bert vegleiðandi? Álvaratos, er eingin endi á hesum býttisligu og konstrueraðu tulkingum? Antin hava vit fólkaræði, har fólksins rødd hevur týdning og fær fylgjur, ella eisini eru vit als ikki ein demokratisk tjóð. Hetta er enn eitt typiskt dømi, har sambandsvongurin spælur "demokrati" undir einum hjálandaveldi; tó bert inntil tað líkist ov nógv veruligum fólkaræði, tí tá koma vit ov nær loysingini.
"Lítla" valluttøkan í 1946 er enn ein kend og afturvendandi sambandsmýta. Valluttøkan í 1946 var 66,4 %, og var hetta faktiskt ein vanlig valluttøka í hesi tíð. Til samanberingar var valluttøkan á løgtingsvalinum í 1945: 75,7%, í 1946: 73,3%, í 1950: 61,3% og í 1954: 66,9%.
Tá ið danir atkvøddu fyri Maastricht-sáttmálanum var meirilutin eisini marginalur. Men danir eru demokratiskir, og skilja og virða rødd fólksins - í hvussu so er í egnum landi og uttan fyri ríkisfelagsskapin. Munurin á atkvøðunum var líka lítil sum í Føroyum í 1946. Valúrslitið hjá dønum um Maastricht var: Ja 49,3% og nei 50,7%. Hetta var virt og eftirlíkað. Tá fólkaatkvøða verður skrivað út, er tað álvara. Einki vigar meira í einum fólkaræði enn atkvøðan, røddin, hjá fólkinum.
Í forsetavalinum í USA um somu tíð var hetta valluttøkan: 1944: 56%, í 1948: 62,5%. Í nýggjari tíð í USA sær soleiðis út: 1980: 52,6%, í 1984: 53,1% (Reagan í báðum førum), í 1996: 49% (Clinton aðru ferð - historycentral.com) - og hetta er flaggberaratjóðin, eftir Bretland, tá talan er um fólkaræði og demokratiskar mannagongdir.


Sannleikin um grundlógina
Danska grundlógin kemur altíð upp at venda í slíkum kjaki. Fyri at tosa um hetta, má sannleikin fyrst staðfestast: Danir lýsti teirra grundlóg at vera galdandi í Føroyum í 1850, men føroyingar hava ongantíð atkvøtt fyri ella á annan hátt valt donsku grundlógina sum galdandi í Føroyum. Tá ið uppskotið til broytta danska grundlóg var til fólkaatkvøðu í 1953, var valluttøkan í Føroyum heilt niðri á 8,7 %. Aftan á valið varð henda grundlóg lýst at galda í Føroyum. Hvussu við hesum, Johan Petersen? Var tað ein nøktandi valluttøka, soleiðis, at úrslitið kundi gerast bindandi fyri Føroya fólk? Hetta er einfalt eitt hjálandaveldi, sum áleggur hjálandinum eina stýrisskipan. Trúgva vit upp á fólkaræðið og upp á rættin hjá Føroya fólki at taka avgerð um egnu lagnu sína, kunnu vit ikki annað enn halda fast við, at danska grundlógin er bert galdandi í Føroyum, um føroyingar loyva henni at galda. Vit kunnu, tá ið vit vilja, við fólkaatkvøðu annulera hesa grundlóg, til frama fyri okkara egnu. Tískil er einki høpi í, at nevna "brot á" ella "í stríð við" donsku grundlógina, tá føroyingar tosa um sjálvræði og loysing. Eingin lóg ella mynduleiki er hægri í Føroyum enn ynski og krav Føroya fólks.