Kortini græt várt land leygarkvøldið.
Siti við varðan á Kirkjubøreyni. 12 tímar farnir, síðan valúrslitið var greitt. Her er grátt og vátt; ikki tað fríða og víða útsýnið í dag. Brádliga lættir mjørkatámið eina løtu; ein glotti er. Tinganes og Ljósavatn síggjast, og “roknistykkið” er har:
(Tríatitrý) 33 tingfólk
minus 14 B/C-fólk
Úrslit 19 »frælslyndisfólk«!?!
Jú, onkrir samgongumøguleikar eru. Annika løgkvinna!?!
E. S.: »Ærgir«, mín heimbygd, græt eisini leygarkvøldið!
E. E. S.: Hví eitur okkurt »Bloksbjørg«?
Við føroyakvøðu
Undir Fullveldisvarða 1. vetrartíðardag 2011