Samfelagsmøtini, sum byrjaðu í Ebenezere í Havn mikudagin, halda fram alt vikuskiftið. Í dag verður byrjað klokkan 16 við uppbyggingarmøti í høllini á Hálsi við evninum "Bøn og vilji Guds" og klokkan 20 verður evangeliskt møti. Klokkan 22.30 er opið hús. Sunnudagin klokkan 10 er breyðbróting, klokkan 12.15 er barnamøti og klokkan 16 er uppbyggingarmøti undir heitinum "Trúgv og Gudsótti". Nátturði verður so beint aftaná og klokkan 19 verður evangeliskt møti aftur. Myndirnar, sum eru frá bønarmøtinum í Ebenezer mikukvøldið, hevur Jens K Vang tikið. Vit síggja kórið í Ebenezer og salin við fólki.