Samfelagsrevsari bjargaði lív

Kendi amerikanski filmaðurin Michael Moore er best kendur fyri stríðið ímóti órætti innan vinnulív og í amerinkanskum politikki, har hann er ein av ídnastu mótstøðufólkunum hjá George Bush. Men tá ódnin Katharina koppaði New Orleans, fóru Moore og hansara fólk til býin, at hjálpa teimum neystøddu.

 
Fólk, ið vitjaðu heimasíðuna www.michaelmoore.com, vórðu biðin um at lata pening ella aðra hjálp, og úrslitið var ótrúligt. Yvir 500 tons av neyðsynjarvørum sum mati, reinum vatni, klæðum, heilivági og amboðum vóru latin. Samanlagt sendu fólk yvir 10.000 pakkar til hjálparstøðina hjá Michael Moore í New Orleans.
 
Onkur lat ein bát til hjálparfólkið, og ein riðil av læknum og røktarfólki av ymiskum slagi komu og hjálptu.
Á heimasíðuni ber til at lesa rørandi frásagnir úr New Orleans, um hvussu Michael Moore og  hini funnu eina gamla konu, ið lá í sínum respiratori í einum húsum við holi í takinum, tey góvu henni mat og bøttu takið. Ella um familjuna, ið fekk streym til at halda viðgerðina av soninum, ið hevur cystiska fibrosu  í gongd, inntil grannalagið aftur fekk streym.