Nýggja strandfaraskipið Smyril fer at leggja so stórt trýst á íløguætlanir í samferðsluni, at fleiri íløgur mugu útsetast ella toyggjast.
Hetta sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sum varðar av samferðslumálum.
? Næsta ár fara millum 100 og 150 milliónir krónur at verða brúktar til nýggja Smyril og útbyggingar á Drelnesi í sambandi við nýggja skipið, og tá verður lítið eftir til aðrar ætlanir, sigur hann.
? Tí verða tað aðrar íløgur, sum mugu útsetast, og summi arbeiði mugu toyggjast. Í løtuni viðgera vit støðuna og royna at taka eina avgerð um tær ymsu ætlaninar, sigur Bjarni Djurholm.
Yvir 300 mió.
Nakað av stríði hevur verið um nýggja Suðuroyarskipið, og drúgv tíð gekk, áðrenn semja var í samgonguni um, hvussu nógvir pengar skuldu brúkast til nýggjan Smyril.
Endin var, at skipið gjørdist einar 50 milliónir krónur dýrari, enn landsstýrismaðurin ætlaði. Í løtuni sigur metingin, at skipið fer at kosta góðar 300 milliónir krónur. Harafturat kemur útbyggingin á Drelnesi, sum skal verða liðug, tá nýggja skipið fer undir siglingina í 2004.
? Ein møguleiki er at leggja kostnaðin av nýggja suðuroyarskipinum uttan fyri íløgukarmin hjá landskassanum. Byggingin av skipinum verður gjørt í útlandinum, og tí hitar tað ikki búskapin á sama hátt, sum um arbeiðið var gjørt í Føroyum, sigur Bjarni Djurholm.
Karsten noktar
Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, sigur kortanei til at leggja nýggja Smyril uttanfyri íløgukarmarnar hjá landskassanum.
? Tað ber ikki til. Vit kunnu leggja eina íløgu uttanfyri íløguætlanina, tí hon er stór og ringt er at finna pláss fyri henni. Byggingin av nýggja Smyrli er á íløguætlanini og har verður hon verðandi, sigur Karsten Hansen.
? Tað verður síðani upp til landsstýrismannin og landsstýrið annars at fáa nýggja skipið at passa inn í íløguætlanina.
Karsten Hansen heldur, at tað fer at bera til at byggja nýtt Suðuroyarskipið og framvegis fáa gjørt mest átrokandi íløgurnar.
? Enn kenna vit ikki endaliga prísin fyri skipið, hóast ein meting er gjørd, og harafturat er spurningurin eisini, hvussu vit skulu gjalda fyri skipið, sigur hann.
Klaksvíkstunnilin
Bjarni Djurholm, landsstýrimaður, sigur, at í løtuni verður støðan viðgjørd og finnast skal fram til, hvørjar íløgur mugu bíða.
Undirsjóvartunnilin um Lorvíksfjørð er ein av ætlaðu útbyggingunum, sum kann koma at bíða. Enn er politisk støða ikki tikin til undirsjóvartunnilin, men í ár verða allar kanningar gjørdar, sum skulu til, áðrenn arbeiðið kann fara í gongd.
Tað hevur ligið í kortunum, at arbeiðið at gera Klaksvíkstunnilin skuldi byrja beinanvegin, tá maskinurnar vóru leysar av arbeiðnum undir Vestmannasundi.
Men Klaksvíkstunnilin er við í viðgerðini av komandi íløgum av samferðsluøkinum, sum mugu skjótast út.Tað váttar Bjarni Djurholm, landsstýrismaðurin, sum tó keggur dent á, at eingin endalig avgerð er tikin hesum viðvíkjandi.