- Byrja politikararnir nú aftur at lata privatum fyritøkum almennan stuðul, hava teir latið ein ventil upp.
Tað staðfestir Joel undir Leitinum, stjóri í Samskipum.
Hann staðfestir, at tað er nógv vinnulív, sum flýtur tungt í sjónum, bæði fiskiskip, fiskvavirki og aðrar fyritøkur.
Og hann heldur, at fara politikararnir nú at pilka eina einstaka fyritøku burtur úr og lata henni almennan stuðul, er tað skrivlig innbjóðing til allar kreppuraktar fyritøkur um at banka upp á í landsstýrinum at biðja um stuðul.
Hann sigur, at nú hava politikararnir sett gongd á studningsmylluna aftur.
Men hvar nær skal myllan steðga, spyr hann.
- Politikararnir boygnaðir. Teir eru farnir á glið og tað kann verða ómetaliga tórført at steðga aftur.
Veruleikin er, at tað, sum ikki kann standa, tað má falla, tí tað er aðaltátturin í einum frælslyntum samfelagið, sigur Joel undir Leitinum.
Hann heldur, at landsstýrið kundi brúkt hasar 30 milliónirnar betri, eitt nú í Suðuroy, sum liggur í andaleypi.
Hann sigur, at veruleikin hevur víst seg at vera, at Smyril Line royndi at gloypa ov stórum bita, táið tey bygdu nýggju Norrønu.
- Men sum skattgjaldari brýggi eg meg yvirhøvur ikki um at bløða fyri tað, sigur stjórin í Samskipum.