Samgongan er á sjálvmorðskós

Høvdu vit ikki verið so bláoygd, høvdu vit vunnið løgtingsvalið tann fyrsta september

- Samgongan er á sjálvmorðskós!

 

So avgjørdur var Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, tá ið løgtingið, nú beint fyri jól, samtykti at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini 580 krónur um mánaðin. Hetta er ein liður í einum pakka, sum tilsamans skal geva fólkapensjónistum meiri at liva fyri næsta ár, tí samstundis skulu viðbótin og Samhaldsfasti hækka, umframt at kringvarpsgjaldið skal lækka.

 

Jenis av Rana, og restin av andstøðuni, royndu at tala samgonguna frá at lækka grundupphæddina. Og í hesum sambandi førdi Jenis av Rana fram, at hetta var eitt álvarsligt skot fyri bógvin, nú samgongan sigur, at hon vil hava andstøðuna við í eini felagssemju um eina nýggja pensjónsskipan.

- Við at bera seg soleiðis at, og lækka grundupphæddina av sínum eintingum, er samgongan farin á sjálvmorðskós, og eg er bangin fyri, at samgongan brýtur sínar nasar a hesum, segði Jenis av Rana.

 

Samstundis iðrar hann seg um, at undanfarna ABH samgongan ikki skar ígjøgnum og samtykti eina nýggja penssjónsskipan sjálv, ístaðin fyri alla tíðina at leita eftir at fáa semju við allar flokkar.

 

- Vit vóru bláoygd, at vit ikki skóru ígjøgnum og settu fiskivinnunýskipan og eina pensjónsnýskipan, segði hann

 

- Tað var eitt bláoygt mistak, tá ið undanfarna samgongan setti so hart upp á at fáa allar flokkar at semjast, tí tað einasta, sum hendi, var, at vit fingu onga semju.

 

- Hevði undanfarna samgonga gjøgnumført eina pensjónsnýskipan, hevðu hon vunnið valið, tí veljarin lønar teimum, sum avrikað nakað, er hann sannførdur um.

 

Hinvegin ivast Jenis av Rana ikki í, at tað eru ikki allir fólkapensjónistar, sum eiga at fáa líka høga grundupphædd.

 

- Í fjør fingu 1500 pensjónistar tilsamans 70 milliónir í grundupphædd í fólkapensjón. Men somu pensjónistar fingu 227 milionir afturat í aðrari pensjón. So Grundupphæddin kann saktans ver ymisk, so at tey, sum hava nokk í egnari samansparing, fáa minni í grundupphædd, og tey, sum hava lítið og einki í egnari samasparing, kunnu so afturfyri fáa meiri í grundupphædd.

 

- Men at skera allar pensjónistar yvir ein kamb, er ikki rætt, sigur Jenis av Rana.

 

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at samgongan hevur sett sær fyri at hava funnið semju um eina nýggja pejsjónsskipan á ólavsøku, og tað verður gjørt í neyvum samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

 

- Eit endamál í nýggju pensjónsskipanini er at finna eina hóskandi javnvág ímillum egna samansparing og ein samhaldsfastan part –og har eru sjónarmiðini ymisk og har mugu allir partar geva seg, sigur hon.