Samgongan hongur enn í klønum tráð

Greining: Tá tað bara er Jenis av Rana, sum brýtur tøgnina um støðuna í samgonguni, so stendur á gomlum nøglum, tí hjá Miðflokkinum man ynskið um at halda fram vera størri enn sannlíkindini fyri eini loysn

Hóast Jenis av Rana kravdi svar fyri jól, um samgongan heldur fram, so er støðan enn líka ógreið, um samgongan heldur fram, ella um løgmaður fer at skriva út val.

 

Og tá tað bara er Jenis av Rana av floksformonnunum í samgonguni, sum úttalar seg, bendir tað ikki á, at nøkur loysn er komin undir land.

 

Hóast Miðflokkurin hevur lovað at slíta samgonguna, um málið um sammøður varð samtykt, so hevur flokkurin enn ikki gjørt tað. Tvørturímóti tykist flokkurin at stríðast fyri at fáa samgonguna at halda fram.

 

Og tá nýggi formaðurin í Sjálvstýrinum, Sámal Petur í Grund, fer í sjónvarpið og krevur landsstýrissess, fyri at at Sjálvstýri skal lata ta 17. atkvøðuna, sum vantar, nú Johan Dahl er farin úr samgonguni, so tykist tann møguleikin alt meira vónleysur.

 

Tí skal Sjálvstýrisflokkurin hava ein landsstýrissess, so merkir tað, at Fólkaflokkurin bara fær annan sessin aftur av teimum, sum flokkurin mátti lata, fyri at kroysta Anniku Olsen úr tinginum.

 

Hinvegin kunnu vit siga, at so verður tað eitt sindur lættari hjá Fólkaflokkinum, um hann bara skal finna eitt landsstýrisfólk heldur enn tvey. Fólkaflokkurin má leita niðanfyri nummar 10 á listanum til seinasta løgtingsval, tí annars kemur Annika Olsen aftur á ting.

 

Og at Fólkaflokkurin fer at lata slíkt vald frá sær til Sjálvstýri er valla hugsandi.

 

Í veruleikanum eru hvørki Fólkaflokkurin ella Sambandsflokkurin stjórnarberandi. Sambandsflokkurin, tí ein av tingmanningini hevur meldað seg úr samgonguni. Og Fólkaflokkurin, tí hann hevur útihýst einum varafólki, Anniku Olsen, úr Løgtinginum og paralyserað landsstýrið við at taka tvey fólk úr landsstýrinum.

 

So nú er tað bara tann flokkurin, sum lovaði at slíta samgonguna, um tað hendi, sum hendi, mánadagin, ið er stjórnarberandi, og sum er hin ídnasti at fáa samgonguna at halda fram.

 

Men avbjóðingarnar eru stórar. Bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin liggja lágt í veljarakanningum. Men tað kann vendast. Løgmaður traðkaði í karakter mánadagin, tá hann boðaði frá, at tað ikki kom upp á tal at seta landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum aftur í landsstýrið, eftir tað sera løgna stuntið, tey gjørdu – og tá hann fríttstillaði tingfólkini hjá Sambandsflokkinum at atkvøða í málinum um sammøður. Hevði hann tá eisini skrivað út val, so kundi hann vunnið enn meira, tí hann tá hevði víst format og hildið tað, hann lovaði, tá samgonguskjalið varð undirskrivað, at hann ikki góðtók, at fólk í samgonguni fóru í sjálvdrátt.

 

Fólkaflokkurin hevur áður gjørt veljarakanningar til skammar, so fyri tað, um kanningarnar eru vánaligar, so er ikki vist, at úrslitið verður so.

 

Hinvegin kann nú staðfestast, at Fólkaflokkurin eisini telist millum flokkarnar, ið hevur tingfólk, sum góðtaka samkynd fólk og atkvøða fyri at geva samkyndum fólkum rættindi. Tað er so ikki hent áður. Um tað er gott ella ringt fyri flokkin veldst um, hvussu konservativur Fólkaflokkurin í veruleikanum er – ella um hvør vongur í Fólkaflokkinum vigar meira, tá tað kemur til skarpskeringar.

 

Enn er einki, sum bendir á nakra loysn. Tað at Jenis av Rana sær onkra loysn er sum so eingin ábending. Tí talan man heldur vera um eina vón hjá honum, enn ítøkiligan veruleika, tað hava vit sæð áður – eitt nú eftir at málið um sammøður varð samtykt við 2. viðgerð. Tá segði Jenis av Rana, at løgmaður hevði eina loysn, sum fór at fáa málið á beint aftur. Tað hevði løgmaður kortini ikki.

 

Loysnin við at geva Sjálvstýrinum ein landsstýrissess tykist í so absurd til at hava nakað við veruleikan at gera.

 

Tí bendir alt á, at alt er líka vítt sum sítt. Spurningurin er bara, um løgmaður tekur nakað stig nú millum jólanna – ella um hann letur tíðina ganga. Næsti tingfundur er ikki ásettur enn, so tað kann saktans ganga ein mánaður, til hann verður. Men so leingi heldur politiska óvissan ikki – og tí kann eitt misálitisuppskot skjótt koma upp á tal, um løgmaður ikki handlar rímuliga skjótt.

 

Hvørjir eru so møguleikarnir?

 

1) At samgongan heldur fram við Sjálvstýrisflokkinum sum stuðulsflokki – ella við at geva Sjálvstýrisflokkinum ein landsstýrissess. Verður tað Sámal Petur í Grund, sum fær ein landsstýrissess, fær Sjálvstýrisflokkurin kanska tær atkvøðurnar norðanfjørðs, sum annars fara at resta í at fáa Kristin Michelsen valdan aftur á ting næstu ferð. Á seinasta vali var Sjálvstýrisflokkurin bara 134 atkvøður oman fyri sperrumarkið. So tað ríður um snarið aftur hesaferð, um flokkurin ikki megnar at vinna framgongd, sum helst má finnast norðan fyri Suðuroyarfjørð.

 

2) At Johan Dahl bakkar. Hann hevur áður sum tingmaður meldað seg úr Sambandsflokkinum og meldað seg inn aftur stutt aftaná. Um hann ikki bakkar heilt hesaferð, so kann hann lova ikki at fella landsstýrið. Hetta verður kortini ein óhaldbar støða. Johan Dahl vil ikki arbeiða saman við Miðflokkinum, so tað verður ein støðugur trupulleiki. Hesaferð hevur Johan Dahl verið púra greiður í síni støðu í aktuella málinum, sum bendir á, at hann fer at halda fast við støðu sína.

 

3) At løgmaður bakkar og setir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard aftur sum landsstýrisfólk, og at Fólkaflokkurin samstundis góðtekur at fáa Anniku Olsen aftur í tingbólkin, sjálvt um hon hevur svikið flokkin, og at Sjálvstýrisflokkurin lovar at stuðla samgonguni, afturfyri at samgongan ger ein politiskan handil við Kristin Michelsen um at lívga ymsum, ið gagnar Suðuroy.

 

4) At løgmaður skrivar út val.

 

5) At misálit verður reist móti løgmanni og landsstýrinum, sum eisini kann enda við nývali.