Tíðindaflutningurin um møguligar broytingar í MVG-skipanini og punktgjøldum gevur eina ranga mynd av tí, sum samgongan ætlar. Ætlanin hjá samgonguni er at fáa MVG-skipan og punktgjøld so brúkara- og vinnuvinarlig sum gjørligt, men enn er politiska viðgerðin ikki byrjað.
Seinastu dagarnar hevur tíðindaflutningurin um møguligar broytingar í MVG-skipanini og punktgjøldunum borið í sær, at almenna orðaskiftið um málið er farið nakað út av sporinum.
Fjølmiðlar og ávísir áhugabólkar hava alment viðgjørt ymisk tilmæli og tilvildarlig brot úr einum fyribils uppritið frá Fíggjarmálaráðnum um meirvirðis-gjald og onnur avgjøld, og tað er orsøkin til, at nógv ymiskt er borið fram, og fløkja er komin í hjá fleiri.
Tí vil eg í stuttum greiða frá gongdini í málinum og tí, samgongan vil á hesum økinum.
Ongin politisk viðgerð
Fyribilsuppritið, sum hevur verið uppi og vent í fjølmiðlunum, er partur av einari endurskoðan av punktgjøldunum og MVG-skipanini, sum ikki er liðug og onga politiska viðgerð hevur havt enn.
Eitt av høvuðspunktunum undir skatta- og avgjaldspolitikkinum í samgonguskjalinum er, at punktgjøldini og meirvirðisgjaldsskipanin skulu endurskoðast, so tey verða meira brúkara- og vinnuvinarlig. Vinnan hevur t.d. í nógv ár gramt seg um at undantøk í MVG-lógini skapa skeivleikar og máa støðið undan MVG-skipanini.
Tí legði eg fram upprit á landsstýrisfundi 27. apríl 2004, har eg mælti til at seta embætisfólk í Fíggjarmálaráðnum at arbeiða víðari við at lýsa føroysku avgjaldslógirnar og koma við tilmælum um, hvørjar broytingar skulu gerast á føroyska avgjaldsøkinum og hvussu føroyski avgjaldspolitikkurin frameftir eigur at verða lagdur tilrættis.
Tað skal viðmerkjast, at hetta eisini var eitt punkt í samgonguskjalinum hjá undanfarnu samgongu.
Til hoyringar
Stórur dentur er lagdur á, at vinna, brúkarar og onnur, sum møguliga verða umfatað av tilmælunum, skulu fáa høvi at gera viðmerkingar til tilmælini, áðrenn landsstýrið tekur politiska støðu til tilmælini.
Eitt fyribils upprit við tilmælum varð tí sent arbeiðsgevarafeløgum, løntakara-feløgum og øðrum viðkomandi til viðmerkingar 10. august í ár, og freistin at koma við viðmerkingum er ikki úti fyrr enn mánadagin 4. oktober 2004.
Nógv umtalaða fyribilsuppritið er sostatt til viðmerkingar í løtuni og hevur onga politiska viðgerð fingið enn.
Breitt og gott grundarlag
Eftir at freistin at koma við viðmerkingum er úti, verður uppritið gjørt endaliga liðugt og lagt fyri landsstýrið til politiska viðgerð og støðutakan. Landsstýrið hevur tá eitt sera breitt og gott grundarlag at taka støðu til.
31 feløg, stovnar o.a. hava fingið fyribils uppritið til viðmerkingar og tí slepst ikki undan, at uppritið verður alment, áðrenn tað er endaliga liðugt. Tá er kortini vert hjá fjølmiðlum, lurtarum, hyggjarum og lesarum at leggja til merkis, at talan er um nøkur fyribils viðurskifti.
Vón mín er, at teir áhugabólkar, sum longu hava valt at fara í fjølmiðlarnar við sínum viðmerkingum, eisini senda viðmerkingarnar á rætta stað í seinasta lagi mánadagin 4. oktober, so vit kunnu fáa eina so breiða og sakliga viðgerð sum gjørligt.