Samráðingar ímillum Javnaðarflokkin, Miðflokkin og Tjóðveldi, halda fram klokkan 9 í morgun og tað skilst, at seinnapartin í dag skal tað verða greitt um samgongan verður egg ella ungi Teir tríggir flokkarnir fóru hvør til sítt klokkan 23 í gjárkvøldið og teir skuldu møta aftur klokkan 9 í morgun.
Politikararnir eru sjáldsama tigandi, men fleiri av teimum søgdu kortini, at út á dagin í dag fekst ein rættiliga týðilig ábending um hetta verður egg ella ungi.
Men tað er eisini eitt ávíst bjartskygni at hóma og tað vóru eisini teir politikarar, sum søgdu, at miðað verður eftir at samráðingarnar verða lidnar klokka 15 í dag.
So skulu orðingarnar í samgonguskjalinum fínpussast og samgonguskjal skrivast í dag og í morgin.
Tað fæst ikki nógv at vita um orðingarnar í samgonguskjalinum, men vit hava fingið at vita, at tað er orðað í ógvuliga rundum vendingum á nógvum økjum.
Javnaðarflokkin var í einumi í eina góða løtu í gjárkvøldið og tað skiltist, at endamálið var at fáa sandoyartingmannin Gerhard Lognberg at góðtaka eina loysn við Sandoyartunlinum.
Tað ljóðaði eisini, at tað eydnaðist, men eftir tað gekk sandoyartingmaðurin leingi í einsemi og tað kundi týtt upp á, at talan var um eina loysn, sum ikki hóvaði honum.
Sjálvur vil hann onki siga, men aðrir politikarar siga, at Sandoyartunnilin er ikki í samgonguskjalinum.
Hinvegin hevur løgtingið samtykt, at Sandoyartunnilin skal byrja næsta heyst og tað er hetta, sum sandoyartingmaðurin setir sítt álit á.
Tað er heldur ikki í samgonguskjalinum, at Skálafjarðartunnilin skal í eitt alment partafelag, hóast tað er hetta, sum hevur ligið í kortunum.
Á fiskivinnuøkjunum varð nevnt sum ein møguleiki, at ein fiskidagabanki ella tilfeingisbúð skal skipast, men heldur ikki tað er nevnt í samgonguskjalinum.
Ístaðin er tað nevnt, at endi skal fáast á spekulatiónini í fiskivinnuni.
Tað stendur eisini, at allar útbyggingar skulu verðá væl grundaðar og gjørdar eftir eini langtíðarraðfesting við greiðari fígging og tað hevur eisini ljóðað, at fólkaatkvøða skal vera um eina stjórnarskipan.
Annars eru teir tríggir flokkarnir samdir um vælferðar-útbúgvingar- og granskingarøkið