Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkinum eru tríggjar flokkar, sum duga at síggja teir stóru trupulleikarnar í okkara fiskivinnu og sum eisini eru sinnaðir at taka teir upp, sigur Jóannes Eidesgaard, lømaður. Tað er ein orsøk til, at hann hevur boðið júst teimum flokkunum til samráðingar um eina nýggja samgongu, tí hann heldur ikki, at teir trupulleikarnir kunnu loysast saman við Fólkaflokkinum Ein fiskidagabanki kann vera eitt gott boð upp á úrslitið av samgongusamráðingunum ímillum Javnaðarflokkin, Miðflokkin og Tjóðveldi.
Tað heldur løgmaður.
Hann sigur, at teir tríggir flokkarnir, sum nú samráðast um eina nýggja samgongu, eru tríggir flokkar, sum ásanna tann stóra trupulleikan, sum okkara høvuðsvinna er í ?og sum eru sinnaðir at fremja tær neyðugu broytingarnar í vinnubygnaðinum.
Og tað er ein politiskur málsetningur, sum tað neyvan ber til at røkka saman við Fólkaflokkinum, heldur hann.
Tað er alneyðugt at tað er alneyðugt at fremja broytingar í fiskivinnuni og tað eru hesi tríggir flokkarnir sinnaðir til.
-Tann stóri trupulleikin er, at vit hava eina skipan, sum gongur til 2018 og at ongin enn veit, hvussu fiskivinnan skal skipast eftir tað.
- Tað er bara um 10 ár og reiðarafelagið hevur eisini sóknast eftir eini greiðari politiska fráboðan um, hvussu vinnan skal skipast eftir tað.
Løgmaður sigur eisini, at tað er ein stórur trupulleiki, at tað er komin so nógv spekulatión í fiskivinnununa, at teir, sum nú hava ognað sær skip, noyðast at seta seg í ovurstóra skuld, tí fiskiloyvini eru so dýr.
- Tað ger, at raksturin hongur ikki saman og tað er ein stórur trupulleiki. Tað eru ikki sjálv skipini, sum eru so dýr. Tað eru fiskiloyvini, sum kosta so nógv at ogna sær og tað er hesin trupulleikin, sum má loysast.
Og tað er ein trupulleiki, sum Jóannes Eidesgaard hevur góðar vónir um at CHE samgonga klárar at loysa.
Er tað ein fiskidagabanki, sum er loysnin upp á tann trupulleikan?
- Tað kann vera svarið, sigur Jóannes Eidesgaard.