Á fundi um at skipa eina nýggja samgongu ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin, hevur tað verið upp á tal at bjóða Sjálvstýrisflokkinum við Sjálvstýrisflokkurin kann gerast jokarin í eini nýggjari samgongu, sum Javnaðarflokkurin tók stig til í gjár, saman við Tjóðveldinum og Miðflokkinum.
Samgonga, sum tey nú royna at skipa ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin, hevur bara 17 tinglimir aftanfyri seg. Sostatt hevur hon tann minst hugsandi meirilutan við tað, at leypir bara ein tinglimir frá í onkrum máli, hevur hon eisini mist meirilutan.
Mangan hevur verið umrøtt, hvussu dýrur tann 17. maðurin í eini samgongu kann vera, tí hann kann blokera fyri ætlaða politikkinum í ymsum málum.
Og eftir fundin í Tinganesi í morgun ímillum Javnaðarflokkin, Miðflokkin og Tjóðveldi, váttar Høgni Hoydal, formaðurin í Tjóðveldinum, at spurningurin um at taka Sjálvstýrisflokkin við í samráðingarnar.
Sjálvstýrisflokkurin hevur tveir tinglimir og tað hevði sostatt givið samgonguni 19 tinglimir í bakinum og sostatt hevði tað ikki koppa samgonguni, skuldi ein ella tveir tinglimir gjørt seg kostbaran í ymsum málum.
Eygleiðarar hava serliga heft seg við, at hetta kann fáa stóran týdning í eini samgongu, har flokkarnir eru sum eldur og vatn í fleiri málum, eitt nú í etiskum málum, har onkur uttan iva aftrar seg við at geva Miðflokkinum ein heilt avgerandi leiklut sum 17. maður í eini samgongu, ella í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna, har Tjóðveldi hevur ført nógv fram í valstríðnum, at ríksiveitingin skal minka ímeðan Javnaðarflokkurin hevur gjørt greitt, at hon skal ikki minka eina krónu, tí peningurin skal brúkas til vælferð.
Høgni Hoydal sigur kortini, at enn er ov tíðliga at siga um Sjálvstýrisflokkurin verður boðin við til borðs.
Um ein tíma hava vit viðmerkingar frá Kára P. Højgaard, sum hevur ilt við at taka hetta í álvara og sum ongan hug hevur at verða neyðventilur í eini samgongu ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin.