Rigmor Dam
Hans Pauli Strøm um tankar Javnaðarfloksins: Tað sum Javnaðarflokkurin vil, er í fyrstu syftu at loysa tann bráfangis tørvin fyri eini hækking á fólkapensjónunum, og hareftir hækka inngjaldið til samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Uppskot liggur í løtuni um bæði hesi mál í tinginum júst nú.
Jóanes Eidesgaard um tankar Javnaðarfloksins: Prinsippið í samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum er, at man forpliktar allar lønmóttakarar og arbeiðsgevarar í samfelagnum at gjalda eitt fast prosentgjald inn í grunnin. Tvs. at tann, sum tjenar nógv, rindar fleiri krónur, og allir arbeiðsgevarar eru við til at fíggja pensjónirnar. Henda skipan liggur uttan fyri landskassan. Tað solidariska liggur í, at øll hava rætt til eitt útgjald, ikki eftir hvussu nógv tey hava goldið inn, tí øll fáa líka út aftur. Og at hædd verður tikin fyri teimum persónum, sum ikki hava førleika til at vera inni á arbeiðsmarknaðinum. T.d. um ein mamma hevur valt at vera heimaarbeiðandi alt sítt lív, ella ein sum ikki hevur havt førleika fysiskt ella verið arbeiðsleysur, so hevur hann rætt til at fáa útgjaldið.
- Tað hevði borið til at útbygt tann samhaldsfasta, um politiskur vilji hevði verið til tað.
- Solidaritetur er, at tann sum eigur, vinnur og tjenar mest gevur mest til felagsskapin.
- Umframt hetta, skal tað standa fólkið frítt at tekna privatar tryggingar.
Høgni Hoydal um tankar Javnaðarflokkin: Tað einasta Javnaðarflokkurin vil er at hækka pensjónirnar yvir skattin. Men hetta er konjukturtengt og er ótrygt hjá pensjónistunum.
Høgni Hoydal um solidaritetstankar Javnaðarfloksins: Tað er syndarligt at síggja Javnaðarflokkin sum ein bát, sum hevur mist síni mið. Hetta tí heimurin er broyttur, og tað vil hann ikki viðganga.
- Í øllum londum í Europa, eisini í sosialdemokratiskum londum, eru tey í ferð við at finna alternativar loysnir til vælferðina í framtíðini og sum byggir á tann solidaritetin, sum vit tosa um her. Ikki ein gamlan solidaritet, sum Javnaðarflokkurin heldur at man bara kan fáa, um man hevur eitt partíkort í danska sosialdemokratínum. Hetta ber ikki til longur, og tit mugu síggja, at heimurin er broyttur.