Samhaldsfasti eigur at verða bygdur út, so at hann kann gjalda munandi meiri út til pensjónistar.
Tað heldur Ingeborg Vinther, sum er limur í stýrinum fyri Samhaldsfasta.
Har umboðar hon verkamannafjøldina og hon sigur, at arbeiðarafeløgini hava alla tíðina hildið, at einasta rætta er at styrkja Samhaldsfasta, so at hann verður veruliga álitið í eini framtíðar pensjónsskipan.
Tað eigur at verða gjørt við at inngjaldið í Samhaldsfasta verður hækkað munandi, tí so kann útgjaldið eisini hækkast munandi.
- Tað hevði verið tað tað einasta rætta, tí tað hevði verið tað mest samhaldsfasta, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sipar til, at øll rinda í grunnin eftir inntøkuni, men øll fáa tað sama úr honum aftur.
- At so summi s kortini hava sína egnu eftirløn afturat, er so ein onnur søga.
Men hetta er ein politiskur spurningur, leggur hon afturat.
Men hon tekur ikki undir við, at fólkapensjónin verður avtikin, tí hana hava øll vunnið sær rætt til.
Misbrúka støðuna
Hinvegin er hon ikki fegin um gongdina hesi seinastu árini, tí hon heldur, at politikarar hava misbrúkt støðuna.
- Seinastu árini hava fakfeløg tikið eitt stórt tak fyri at rinda sínar egnu eftirløn. Men høvdu fakfeløgini vitað, at politikarar fóru at brúka hetta sum eina umbering fyri at niðurlagað fólkapensjónina, høvdu tey neyvan farið undir tað.
Ingeborg Vinther heldur, at politiska óvissan um pensjónsøkið seinastu nógvu árini hevur fingið nógv fakfeløg at aftra seg við at styrkja sínar egnu pensjónsskipanir.
Og nú pensjónirnar eru skattaðar við innggjald, hevur tað elvt til enn størri óvissu, leggur hon afturat.
Ráð til meiri
Annars dugir hon væl at skilja sjónarmiðið um, at Samhaldsfasti átti at rinda meiri úr grunninum nú tá ið nógv lítla og onga pensjón hava sjálvi.
Hóast arbeiðarsfeløgini vilja tað øðrvísi, er gongdin tann, at mestsum allir politikarar tvíhalda um, at øll skulu rinda til sína egnu pensjón.
- Soleiðis, sum rákið er, verður ikki líka nógv brúk fyri Samhaldsfasta um 20-30 ár, sum tað er nú, staðfestir Ingeborg Vinther.
Tí dugir hon væl at skilja, at nógv halda, at Samhaldsfasti átti at rinda meiri út nú fyri at givið pensjónistum ordilig livikor nú, ímeðan teir hava brúk fyri tí.
- Samhaldsfasti hevði uttan iva eisini havt ráð til tað, leggur hon afturat.
Men eisini tað er ein politiskur spurningur.
Sí fleiri greinar um sama evni.