Eitt broytingaruppskot til uppskotið um hjúnabandslógina er júst lagt fyri tingið av meirlutanum í trivnaðarnevndini. Uppskotið gongur út uppá at útseta gildiskomuna av uppskotinum, til grein 14.2 í hjúnabandslógini eisini er broytt.
Tað merkir, at greiða fyrst skal fáast á, hvussu forðast skal fyri, at samkynd kunnu krevja vælsignilsi frá kirkjuni.
Hildið verður, at hetta broytingaruppskotið kann fáa fleiri av teimum, sum ivast, at atkvøða fyri broytingunum í hjúnabandslógini
Tingformaðurin boðaði frá, at tingfundurin verður tikin uppaftur um 15 minuttir.