Tað kostaði 76 ára gamla manninum 3.000 krónur at fólk í tveimum førum sóu hann, meðan hann hevði samlegu við hundar, sum hann ikki sjálvur átti.
Málið var fyri í oktobur mánað, tá maðurin var ákærdur fyri blygnaðarskemd og nýtslutjóvarí. Í tveimum førum høvdu fólk sæð hann havt samlegu við hund og í einum føri við seyð. Í Føroya rætti var maðurin dømdur fyri blygnaðarskemd, tí fólk høvdu sæð hann og fyri nýtslutjóvarí, tí tað vóru ikki hansara egnu hundar. Fyri hendingina við seyðinum var hann fríkendur. Tó at dómur fall í oktobur, so var eingin revsing ásett tá.
Síðani dómur fall í oktobur, hevur maðurin verið til persónskanning hjá kriminalforsorgini, og nú var klárt at áseta revsingina.
Ákærin bað um at maðurin fekk eina bót á ikki undir 5.000 krónur fyri blygnaðarskemdina, umframt ein treytaðan fongsulsdóm í 7 til 14 dagar fyri nýtslutjóvarí. Hon vísti til nakrar líknandi dómar í Danmark, men mátti ásanna, at torført var at finna nakran dóm, ið var heilt meinlíkur hesum.
Verjin hevði funnið fram til somu dómar, men metti als ikki, at hetta málið kundi samanberast og kravdi tí væl linari revsing.
Hann var samdur í, at ein bót var rætta revsingin fyri blygnaðarskemdina, men hon skuldi ikki vera meiri enn 1.000 krónur metti hann. Hann helt heldur ikki, at tað var rætt at krevja fongsulsrevsing fyri nýtslutjóvarí, tí talan ongantíð var um at varðveita hundarnar, men einans nýtsla eina lítla løtu. Tìskil helt hann, at ein bót eisini var passandi í hesum føri.
Verjin heitti eisini á dómaran at taka atlit til høga aldurin á dømda manninum umframt hansara avmarkaðu fíggjarligu støðu.
Dómarin valdi at geva honum 6 dagbøtur á 500 krónur í bót, umframt at hann má rinda sakarmálskostnaðin. Hann var samdur við sakførarunum báðum, at ein bót er rætta revsingin fyri blygnaðarskemdina og metir eisini, at nýtslutjóvaríið skal revsast við bót. Hann sigur, at talan var einans um nýtslu eina lítla løtu og tí er ikki rætt at døma mannin í fongsul fyri hetta. Dómarin segði eisini, at hann hevði tikið atlit til fíggjarstøðuna hjá manninum.