Samráðast aftur um Føroya Tele starvsfólkini

Í  morgun høvdu semingsmenninir boðið Starvsmannafelagnum og Føroya Arbeiðsgevarafelag á fund á Hotel Føroyum fyri at vita, um tað ber til at finna ein loysn á trætuni um ein nýggjan sáttmála fyri starvsfólkini á Føroya Tele.
Terji Sigurðsson, semingsmaður, segði beint undan fundinum, at hann javnan hevur havt samband við partarnar, síðani samráðingarnar slitnaðu, og nú metti hann, at tíðin var búgvin at sessast aftur við samráðingarborðið.
- Nú royna vit so aftur, og eg havi ongar ætlanir um at steðga samráðingunum, fyrr enn ein loysn er funnin, segði Terji Sigurðsson undan fundinum í morgun.