Samráðast um altjóða trygd á sjónum

Føroysk og donsk embætisfólk eru í løtuni í London á fundi við IMO um møguleikan fyri, at Føroyar fáa atlimaskap í hesum altjóða felagsskapi. IMO er felagsskapurin, ið ásetir minstukrøvini fyri trygd umborð á skipum og dálking av havinum. Føroyar ynskja limaskap í sambandi við yvirtøkua av Skipaeftirlitinum


Komandi føroyska Skipaeftirlitið skal seta trygdarkrøv á altjóða støði.

Hetta hevur Jørgen Niclassen, landsstýrismaður við ábyrgdini fyri trygd á sjónum, sett sær fyri. Og tí ynskir hann eisini, at Føroyar fáa sjálvstøðugan atlimaskap í IMO, sum er altjóða felagsskapurin, ið ásetir minstukrøvini fyri trygd umborð á skipum.

Í hesum sambandi eru føroysk og donsk embætisfólk í hesum døgum í London á fundi við IMO um møguleikan fyri, at Føroyar fáa atlimaskap. Á fundinum eru fýra føroysk embætisfólk, harímillum Herluf Sigvaldsson, stjóri á uttanlandsdeildini á Løgmansskrivstovuni, og millum donsku embætisfólkini frá Uttanríkisráðnum er føroyingurin, Árni Olafson.


Óvanligur limaskapur

Tað er ikki serliga vanligt, at lond fáa atlimaskap í IMO. Í løtu eru tað bara tvey lond við atlimaskapi í IMO. Hesi eru Hong Kong og Makao. Men Jørgen Niclassen, landsstýrismaður, vónar kortini, at tað fer at eydnast hjá Føroyum at fáa hendan atlimaskap.

At fáa atlimaskap í IMO merkir, at vit fáa øll rættindi og allar skyldur í felagsskapinum, sum limalondini hava, men vit fáa ikki atkvøðurætt.

Eydnast tað okkum ikki at fáa atlimaskap í IMO, hava vit ein annan møguleika at fáa fótin innum. Hesin er, at vit koma upp í sum partur av danska ríkinum. Verður hetta støða okkara, eru vit bert eygleiðarar.

Ætlanin er, at Skipaeftirlitið skal á føroyskar hendur 1. januar í 2002. Og innan ta tíð skal spurningurin um støðu okkara í IMO verða avgreiddur.


Broyta krøvini

Í sambandi við, at Skipaeftirlitið verður føroyskt, roknar Jørgen Niclassen við, at krøvini, sum vit hava í dag við danska Skipaeftirlitinum í Føroyum, verða eitt sindur broytt ? men tó innan fyri krøvini hjá IMO.

? Við tíðini fara krøvini helst at verða lagað eitt sindur til føroysk viðurskifti. Danska Skipaeftirlitið setir strong krøv til ferjur og farmaskip, meðan tað setur linari krøv til smábátar. Samstundis eru krøvini í Íslandi hørð til smábátar. Hetta kemur av, at danir hava so nógvar ferjur og farmaskip og fáar smábátar. Í Føroyum hava vit nógvar smábátar, og fer eitt føroyskt eftirlit tí helst at seta strangari krøv til smábátar, enn tað verandi danska, greiðir Jørgen Niclassen frá.