Samráðingar
Í hesum døgum eru samráðingar millum Føroyar og Rusland um sínámillum fiskiveiðiavtalu. Samráðingarnar byrjaðu á Hotel Hafnia í gjár og vórðu tiknar uppaftur klokkan 10 í morgun.
Gjøgnumgongd
Í gjár gjøgnumgingu partarnir verandi sáttmála, og í gjárkvøldið ótu føroysku vertirnir og russisku gestirnir góðan døgurða í Kirkjubø, har nógv gott var at fáa, bæði matur og drekka.
Vit høvdu Jákup Sólstein, formann í Føroya Reiðarafelag, í telefonini í morgun.
Hann sigur, at nógv fólk eru við í russisku samráðingarnevndini, eini 14 í tali.
- Eg dugi einki at siga um útlitini í løtuni, men væntast kann, at vit semjast um nýggjan fiskirættindasáttmála einaferð í dag.
Spurdur, um tað eru mál, sum vísa seg at skilja partarnar, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag, at tað er ilt at meta um eftir degnum í gjár, tá talan mest var um gjøgnumgongd.
- Ein trupulleikin kann vera, at vit hava minni at lata av svartkjafti, nú svartkjaftakvotan er minkað. Hinvegin er tað eisini ein spurningur, um russar eru líka heitir fyri svartkjaftinum longur. Einki stendur í stað, alt broytist.
Hann sigur, at samráðingarnar soleiðis eisini snúgva seg um, hvat vit hava at bjóða russum – og hvat teir vilja hava.
Vóna semju
- Men nú fáa vit at síggja. Vit vóna í hvussu er at vinna undir land við eini líkinda semju, áðrenn dagurin í dag er umliðin, sigur Jákup Sólstein.
Herfyri frættist, at fólk í russisku umsitingini høvdu róð fram undir, at russar í framtíðini í størri og størri mun ynskja bara at fiska í egnum sjógvi og soleiðis ikki lata øðrum av sínum fiskiríkidømi í býti við annan fisk.
- Nei, hetta hava vit einki merkt til, sigur Jákup Sólstein í stuttari viðmerking.