Samráðingar: Ikki eitt orð um krøvini

Mikudagin byrjaðu samráðingarnar arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini. Tær halda fram í morgin klokkan 13 í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Samráðingarnar um sáttmálarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í nýggju samráðingarrunduni hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Úrslitið av hesum samráðingum er týdningarmikið fyri alla samráðingarrunduna, tí tað er við hesar samráðingar, at karmurin verður fastlagdur. Hesar samráðingar eru sostatt grundarlagið undir øllum teimum fylgjandi samráðingunum í hesi samráðingarrunduni.

- Hvussu langar samráðingarrundurnar eru, er tengt at, nær sáttmálarnir ganga út, men er hetta vanliga tvey ár, verður sagt.

Báðir partar hava avtalað at samráðingarnar ganga fyri seg við samráðingarborðið. Tí frættist einki um, hvørji krøvini eru, hvussu tónin er í samráðingunum og hvussu gongur.

Tað skilst tó, at arbeiðarafeløgini hava sett fram eitt krav um lønarhækking. Júst, hvussu nógv prosent talan er um, er eisini ókent.