Talan bleiv um tveir 25-24 sigrar í FTZ-deildini í kvøld.
Í høllini á Hálsi vann Kyndil 25-24 (12-11) á Neistanum. David Edvardsen gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við átta málum. Torkil Hentze og Rune Olsen gjørdust toppskjútta hjá Neistanum við seks málum hvør.
Á Skála var StÍF frammanfyri allan dystin, men í seinastu løtu vann VÍF seg framum 25-24, og vann harvið dystin. StÍF var á odda 17-13 í steðginum. Filip Jojic skoraði ikki færri enn 15 mál fyri VÍF í kvøld, ella nærri sagt 60 prosent av øllum málunum, ið VÍF fekk í dystinum. Jóannes Prestá gjørdist toppskjútti hjá StÍF við seks málum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá Rás2, Hilmar Jan Hansen gjørdi við Trónd Kragesteen (Neistin) og Hjalta Mohr Jacobsen (Kyndil).
Fyri Hjalta Mohr Jacobsen var talan um ein søtan sigur, ið heldur lív í bronsuvónini. Men fyri Hjalta og teir er árið bjargað við steypasigrinum.
Tróndur Kragesteen iðrar seg um tapið, og staðfestir, at teir mugu verða meir tendraðir til FM-finalurnar, ið bíða ímóti H71.
Dramatiski dystarendin, ið frásøgumaðurin hjá Rás2, Hilmar Jan Hansen segði frá, og samanumtøkan hjá viðmerkjaranum hjá Rás2, Claus Rasmussen hoyrast HER