Samrøður við tvey Müller-ættarlið

(Rás2) Hoyr samrøðurnar Hilmar Jan Hansen hevði við David Müller og Jan Allan Müller

Tað gjørdist ein serligur dagur hjá Müller-ættini í Vági í dag.

 

Tá David Müller kom á vøllin fyri TB/FCS/Royn ímóti KÍ gjørdist hann triðja ættarliðið, ið spælir í bestu føroysku fótbóltsdeildini. David er sonur Jan Allan, og abbasonur Hannemann Müller, sum eisini var ein knáur spælari í sínari tíð.


Tað gjørdi ikki dagin hjá familjuni verri, at ungi David skoraði ímóti KÍ. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen royndi at gera á Rás2 við David Müller, áðrenn hesin var róptur inn av venjaranum, Maurice Ross, og samrøðuna Hilmar Jan fullførdi við landsliðslegenduna, Jan Allan Müller, sum hevði nógv rósandi orð at bera KÌ, sum vann 4-1 á TB/FCS/Royn.