Heilsuhjálparafelag Føroya hevur steðgað samráðingunum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og felagið umhugsar nú støðuna.
Samráðingarnar skuldu halda fram í dag, har Kommununala Arbeiðsgevarafelagið skuldi leggja fram eitt uppskot um semju, men fundurin bleiv slitin eftir bert 20 minuttum.
- Vit hava samráðst í fýra mánaðir og áttu tí at havt eina fatan av ynskjunum hjá hvørjum øðrum, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya.
Men so varð ikki.
Hon vísir á, at uppskotið frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum var ein long røð við krøvum um, at limirnir í Heilsuhjálparafelag Føroya skuldu geva frá sær vunnin rættindi, uttan at fáa nakað afturfyri.
- Tí steðgaði eg fundinum, sigur Mary Antonsdóttir.
Hon vísir á, at limirnir í Heilsuhjálparafelag Føroya røkja nakrar av mest viðbreknu uppgávunum í samfelagnum, og tí ger felagið einki í óðum verki.
- Men hetta uppskotið, ið kom á borðið í dag, ger seg somikið nógv inn á okkara rættindi, at har var einki grundarlag at samráðast víðari. Nú umhugsa vit næsta leik væl og virðiliga, sigur hon.
Mary Antonsdóttir, forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya, leggur aftrat, at eingin nýggjur fundur er á skrá millum partarnar.