– Samrøðurnar í Genéve vóru truplar, men tær vóru týdningarmiklar.
Tað sigur Kyrylo Budanov, sum er skrivstovuleiðari hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.
Í gjár og í dag hava verið samrøður millum umboð fyri Ukraina, Russland og USA í Genéve.
Sambært forsetanum vóru tað fangaumbýti og humaniterir spurningar, sum vóru á skránni í dag.
Í gjár segði ukrainski forsetin, at støðan hjá pørtunum er ymisk, og tí eru samráðingarnar truplar.
Volodymyr Zelenskyj segði eisini, at fleiri fundir milllum partarnir eru ætlaðir.











