Samráðingarnar um løn undir útbúgving eru fyribils steðgaðar

Samráðingarnar darvaðar av summarferiu. Partarnir eru samdir um, at taka samráðingar uppaftur einaferð í august, tá fólk koma aftur úr feriu.

Pedagogfelagið skrivar, at felagið saman við Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarafelagið hava havt fimm samráðingarfundir við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið, um løn undir útbúgving, fyri heilsuhjálpara- heilsurøktara- og námsfrøðihjálparanæmingar.

 

Nøkur viðurskiftir eru komin uppá pláss, men tað er sjálv lønin, ið vit ikki eru samd um og liggja vit eitt gott petti frá hvørjum øðrum.

 

Til seinasta fundin sum var 26. juni, valdu feløgini at takka fyri seg og fóru av fundinum, sum var úrslitaleysur og sóu vit onki endamál at halda áfram at samráðast, tá tað ikki var vilji hjá kommununum, at flyta seg nærri einari sámuligari løn.

 

Í einari roynd at finna semju, valdu avvarðandi fakfeløg at senda KAF og FMR uppskot til semju, sum tey hava havnað.

 

Tað hevur verið samband millum partarnar og tosað hevur verið um møguleikar at gera semju.

 

Arbeiðsgevarin hevur flutt seg, skilt á tann hátt, at fyrsta uppskotið til løn, meira var at meta sum ein olmussa, til í dag, at bjóða nakað sum líkist einari løn, men tó ov lág, til at vit sum fakfeløg, meta hon er hóskandi, sum ein løn, til fólk ið hava uppihaldsskyldu.

 

Nú vit eru komin inn í juli mánað, eru samráðingarnar darvaðar av summarferiu. Partarnir eru samdir um, at taka samráðingar uppaftur einaferð í august, tá fólk koma aftur úr feriu.