Samskattaavtala opnar dyr fyri PAM Offshore

PAM Offshore situr ikki sjóvarfallið av sær, nú tey skattligu ivamálini eru beind av vegnum millum Føroyar og Bretland. – Vit hava longu skattað dýpið har niðri, sigur Gunnar Mohr, stjóri

Felagið PAM Offshore, ið er dóttirfelag hjá Skipasmiðjuni, hevur í nøkur ár havt starvsfólk í arbeiði í oljuvinnu uttanlands. Higartil hava flest teirra arbeitt í norskari oljuvinnu, har sam­skattaavtalan millum Norðurlond, sum Føroyar eru partur av, er galdandi. Men við nýggju samskattaavtaluni við Bretland, sum væntandi kemur í gildi 1. januar 2008, hevur PAM Offshore fingið eitt nýtt bein at standa á. Við hesi avtalu skuldu allir skattligir ivaspurningar verið beindir av vegnum, so at føroy­ingar sum fara til Bretlands at arbeiða, ella bretar sum koma hendanvegin at arbeiða, bert verða skattaðir einaferð sam­svarandi teimum reglum, sum eru galdandi í sáttmálanum.

Hetta hevur fingið Gunnar Mohr, stjóra í PAM Offshore, at venda eyguni móti bretska meginlandinum.

- Hendan avtalan opnar møguleikan at senda fólk tann vegin eisini at arbeiða, og vit eru í gongd við at kanna møguleikar, sigur Gunnar Mohr, sum tó ikki vil siga nærri, hvørjar møgu­leikar tey kanna. Kortini avdúkar hann, at PAM Offshore hevur havt samband við bretskar fyritøkur.

 

Trot á arbeiðsmegi í Føroyum

Tað eru longu nógvir føroyskir handverkarar, sum arbeiða uttanlands, men í Føroyum eru ikki nógvir útlendskir handverk­arar. Í nógvum vinnum er trot á arbeiðsmegi her heima. Tí heldur Gunnar Mohr tað vera av stórum týdningi, at ”latið verður upp í hinum endanum eisini”, sum hann málber seg.

- Vit kunnu sjálvsagt ikki byrgja okkum inni í einari osta­klokku, sigur hann.

Magni Laksafoss, landsstýris­maður í fíggjarmálum, er púra samdur í, at tað hevur stóran týdning at lata upp fyri útlendskari arbeiðsmegi, men undir ”skipaðum viðurskiftum”, sum hann málber seg.

- Tað er stórur eftirspurningur eftir arbeiðsmegi í øllum Evropa, og kemur hetta í kjalarvørrinum á vaksandi eldrabylgjuni (alsamt fleiri gerast eldri, men færri børn verða fødd, blaðm.). Tí er mangul upp á arbeiðskraft ikki bert ein trupulleiki hjá okkum, men í øllum Evropa, vísir hann á.

Men eitt er at lata arbeiðs­marknaðin upp, annað er at syrgja fyri, at ein ikki missur tamarhaldið.

- Tað hevur eisini týdning, at fólkið tekur undir við, at fremm­and arbeiðsmegi kemur til Før­oya, sigur Magni Laksafoss at enda.