tíðindaskriv
Við keypinum er Samskip vorðið størsta bingjuflutningsfelag í sigling "innan" Europa. Geest verður rikið, sum dótturfelag hjá Samskipum. Umsetningur Samskip?s veksur úr á leið 1,5 mia. DKK til umleið 3,7 mia DKK. Talið av skrivstovum hækkar við 12 og eru nú 45 skrivstovur í 19 londum umsframt umboðsstovur.
Felagið bjóðar "short sea services" (t.e. sjóflutningur á stuttum leiðum í kapping við landflutning) í Baltikum, Norðsjónum, Írlandi, Bretlandi og Iberia. Geest er marknaðarleiðandi á bingjuflutningi í Vestur- og Suðureuropa, til Bretlands og Írlands. Mesti flutningurin er í 45 fót plattabreiðum bingjum. Virksemi hjá Geest fellir væl saman við flutninginum hjá Samskipum annars.
Sambært Ásbjørn Gíslason, øðrum av forstjórum Samskip?s, verður tað at taka nakað av tíð at samskipa feløgini. Ásbjørn Gíslason verður nevndarformaður í Geest.
Við keypinum er Samskip samstundis vorðin triðstørsta flutningsfyritøka av bingjuflutningi til og frá Rotterdam. Rotterdam er størsta flutningshavn í Europa.
Siglingarætlanin til og úr Føroyum kann sostatt tengjast at flutningsleiðunum hjá Geest í Rotterdam. Keypið av Geest er tí enn ein fjølgan av tænastunum til føroyskar inn- og útflytarar.