Samskipa miðfyrisitingina

Eitt av málunum hjá sitandi samgongu er at samskipa miðfyrisitingina.

- Vit hava í dag átta fyrisitingar. Tað vil siga átta av hvørjum. Fyri at fáa meira burtur úr, eiga vit at samskipa miðfyrisitingina, sigur Jørgen Niclasen.

Hetta kann spara einar 15%-20% í mun til verandi átta fyrisitingar.

- Tað fer eisini at hjálpa okkum, tá vit hava tungar uppgávur, tí tá kunnu vit trekkja upp á eina samlaða miðfyrisiting, sigur Jørgen Niclasen.

Hetta er ikki minst galdandi fyri juridisku deildina av sakini.

- Talan er eisini um sparingar í síðsta enda. Roknast kann við, at vit fara at spara eina 15%-20% í mun til nú, sigur Jørgen Niclasen.

Hvussu skjótt hettar fer at henda er ikki vist.

- Alt skal gerast lagaliga, so tað tekur tað tíð, tað tekur, sigur Jørgen Niclasen.