Samstarv um trolarar í Sørvági

Poul Hansen og Tummas Henriksen í Sørvági hava nú gjørt eina samstarvsavtalu við felagið, sum eigur partrolararnar Grím Kamban og Kallsevni, um at standa sum eigari fyri trolarunum og dríva teir.

- Tummas Henriksen kemur sum eigari inn í felagið, sigur Poul Hansen við Vágaportalin. 

Grímur Kamban og Kallsevni hava ligið í einar tveir mánaðir nú av ymiskum orsøkum, men sum skilst á Poul Hansen so er ikki meiningin at nakað skal henda við Brestir, sum Aksel Hansen eisini eigur. Hann fara teir at dríva framhaldandi, sigur Poul Hansen.

Spurdur hvussu gingist hevur hjá Grími Kamban og Kallsenni, sigur Poul Hansen, at tað hevur ikki verið av tí besta og tað er eisini orsøkin til, at teir sleppa sær av við teir nú.