Tann 29. november undirskrivaðu mentamálaráðharrarnir í Útnorðri, Torgerður Katrin Gunnarsdóttir, Ísland, Tommy Marø, Grønland og Jógvan á Lakjuni, Føroyar, eitt protokollat, har tey framleingja samstarvsavalu frá 2003 um mentanarsamstarv í Úrnorðri. Samstundis varð gjørt av, at avtalan ikki longur skal verða tíðaravmarkað. Endamálið við samstarvsavtaluni er at styrkja tey mentanarligu bondini og menna mentanarliga samstarvið millum tey trý londini í Útnorðri. Protokollatið til avtaluna fevnir eisini um trý neyvari ásett átaksøki, ið arbeitt fer at verða við tey næstu trý árini. Økini fevna um útbúgving, sum stimbrar burðardygga menning, samstarv kring listahandverk og sniðgávu og skipan av serstøkum háskúlaskeiðum fyri ung í Úrnorði. Harumframt eggjar avtalan til stamstarv á øðrum økjum innan útbúgving, mentan og gransking.