Skaldsøgurnar hjá Jens Paula Heinesen lýsa hugs-anir og hugsanarligar skip-anir, sum hava gjørt seg galdandi í Evropa. Hann lýsir ikki arbeiðslívið, sjómanslívið ella fiskivinnusamfelagið eins og Martin Joensen og Heðin Brú gjørdu. Heimurin hevur í skaldsøgunum hjá Jens Paula Heinesen fylgt broytingini inn í tað vinnu- og tænastusamfelag, sum vit nú hava, og sum nú sigst vera á veg at gerast eitt vitanarsamfelag. Tað, sum søgupersónarnir hjá Jens Paula Heinesen hugsa og kjakast um, eru idéer, hugsanir og tankar um lívið, um nøkur ætlan er við tí, um náttúruna, djórini og ikki at gloyma politikkin. Arbeiðið er eitt miðal til at sleppa at liva og hugsa - lønararbeiðið er ikki lívið í skaldsøgum hansara. Orðaskiftini hesa seinastu tíðina um sjónleik og samlív benda á tað sama.
Í øllum skaldsøgunum hjá Jens Paula Heinesen snýr tað seg um listamannin og samfelag hansara. Listafólkini gera myndir av heiminum: samfelagnum og politikkinum, lívinum og náttúruni. Tískil kunnu verkini síggjast sum tekin um heimin og kanska tekin upp á heimin.
Leikluturin hjá listafólkinum
Rithøvundurin er í ritverkinum hjá Jens Paula Heinesen altíð til viks ella staddur í útjaðaranum á samfelagnum. Viðhvørt letur hann seg brúka av politiskum áhugamálum, viðhvørt er hann sjálvur flokspolit-iskt virkin. Viðhvørt nær rithøvundurin ikki at koma fram sum í Yrkjaranum í Selvík, ella hann letur seg við ringum tannabiti brúka av fasistiskum kreftum í bygdini sum í Tú upphavsins heimi. Hon kom út í 60?unum og umfatar eisini eina uppgerð við ta støðu, sum grindadráp hevði og hevur sum symbol fyri ?tað føroyska? og ?føroyingin?. Nú aftaná sær uppgerðin við hugburðin um grindadrápið út sum eitt seismografisk tekin um djúp løg í mentanini, sum seinni eru komin upp á yvirflatan. Kanska frá eini aðrari síðu enn væntað, men kortini.
Myndin í Tú upphavsins heimi verður útgreinað á annan hátt og víðkað í Frænir eitur ormurin. Hon er ein mynd av einum Føroyum, har alt demokrati verður sett úr gildi, har summi verða fyribeind av politiskum ávum, og summi gifta seg strategiskt. Skaldsøgan hevur tveir høvuðspersónar. Ein po-litikara við eini fortíð at hevna eins og Sjúrður í Sjúrðarkvæðunum. Og ein rithøvund, sum lýsir alla leiðina hjá honum gjøgnum politisku "skúlingina" og kærleikan fyrst til dóttur politiska mótstøðumannin, síðani til dóttur ideologisku forkonuna í flokkinum, og til hann at enda doyr. Frænir eitur ormurin er eisini ein serstøk skaldsøga í føroyskum bókmentum, av tí at hon fer fram á væl kendum plássum, sum eru nevnd við røttum navni. Leikpallur hennara er Havnin, har søgupersónarnir hittast á Tinghúsvegnum, ganga í skúla í Hoydølum, búgva í Munkastovuni, úti í Grønlandi og á Velbastaðvegnum, koyra eftir Marknagilsvegnum og brenna bøkur á Vaglinum.
Somuleiðis ógvuslig, men á heilt annan hátt, er Tey telgja sær gudar. Tað er ein skaldsøga um fólk, ið hvør á sín hátt ímynda sær eitt lívsinnihald, sum vísir seg at vera meira ella minni falskt. Pápin at teimum trimum Leonardo, Rubens og Pikasso vildi fegin verið listamálari, men í staðin fyri sjálvur at gerast listamaður, gevur hann synunum glæsilig listamannanøvn. Heldur ikki teir koma undan sum listamenn. Skaldsøgan lýsir hesar miseydnaðu listamenninar gjøgnum eina sálarfrøði-liga teori - hjá Alfred Adler - um, at tað eru minni- og undirlutakenslur hjá fólki, sum fáa tey at útinna vald og harðskap.
Skapandi tilgongdin
Í høvuðsverkinum, teimum 7 bindum Á ferð inn í eina óendaliga søgu, er tað sjálv menningarleiðin hjá høvundinum, sum er høvuðsevnið: Barnaár, skúlatíð, ungdómsár og lestrarár, sum er full av upplivingum og hugsanum um lívið, náttúruna og deyðan, menniskjuna, samveruna og einsemið. Í miðdepli er skapandi tilgongdin: Fyrst skal alt upplivast og hugsast, tað skal staðfestast, og síðani kann tað verða skrivað, tá ið búningin er rokkin. Upplivingarnar hjá Hugini eru ikki stórt øðrvísi enn tær, tey flestu onnur hava gjøgnum lívið. Men í Á ferð inn í eina óendaliga søgu verða tær gjørdar til tað mest ótrúliga og merkiliga gjøgnum tað frásagnar-kynstur, ið eyðkennir skaldsøguna. Hon leggur fyri við, at Hugin verður burturfluttur av eini ungari konu í hvítum turriklæð og gummiskóm, sum eingin í bygdini kennir. Tríggjar dagar seinni verður hann funnin langt burturi í haganum. Tilburðurin eltir hann í ymsum líki gjøgnum barna- og unglingaárini. Tá ið dóttir ta konuna, sum fann hann aftur, mong ár seinni kemur til bygdar og fortelur Hugini, at tilburðurin er til, og hann forelskar seg í henni, er Hugin búgvin at fara at skriva hesa stóru skaldsøgu. Tískil endar skaldsøgan, sum hon byrjaði, við lýsingini av konuni, sum kemur og biður tann 3 ára gamla dreing-in koma við.
Tað ljóðar kanska sum Á ferð inn í eina óendaliga søgu viðger eitt trongt bygdasamfelag. So er ikki, ikki bara. Eitt nú er tað mesta av gongdini tíðarfest við tilburðum úti í heimi, serliga tilburðir í heims-bardaganum og í kalda krígnum verða brúktir til at festa søguna í tíðini. Hesir tilburðir hava týdning fyri tey mongu orðaskiftini í skaldsøguni um list og bókmentir, samfelagslig sjónarmið og politiskar hugsjónir, sum á henda hátt verða sett í ein alheims samanhang, sum er ser-stakur í føroyskum bókmentum. Skaldsøgan er eitt dømi um at "hugsa globalt og virka lokalt".
"Føroyska muran"
Ritverkið hjá Jens Paula Heinsen umfatar harafturat eina ørgrynnu av stuttsøgum. Summar koma fyri aftur í Á ferð inn í eina óendaliga søgu í "rættari" raðfylgju og "røttum" sambandi, men har eru aðrar, sum eru sannar perlur. Eitt nú tann stutta "Rógv, sonurin, rógv!" um faðir og son á floti, tá eldur kemur í bátin. Jens Pauli Heinesen hevur roynt seg sum erotiskan høvund og sum humorist ella satirikara við søgunum um Sámal Mattias, hann sum eisini er høvuðspersónur í Rekamanninum. Við honum setur Jens Pauli Heinesen ljóskastaran á aðrar partar av "føroysku muruni", sum tey flestu ivaleyst ikki so fegin vilja vera við. Og við Brúsajøkli hevur hann sett fortíð og nútíð, søgn og hørð facts saman í eina skemtiliga og atfinningarsama mynd av nýtíðar Føroyum, so hvørt mansbarn skilur boðskapin.
Samfelagslýsarin
Tað er eitt fjølbroytt ritverk, Jens Pauli Heinesen hevur skrivað. Hann hevur gjørt skaldsøguna til ein modernaðan føroyskan miðil. Stóra føroyska samfelagslýsandi skaldsøgan um miðjuna av 20. øld er skrivað, og tað er Jens Pauli Heinesen, sum hevur skrivað hana, tí í skaldsøgum hansara umskarast tjóðskaparligur hugsanarháttur og onnur meira nútímans hugarák.
Hjartaliga tillukku við deg-num og takk fyri verkið!