Í nátt varð 23. spælifilmurin um bretska agentin James Bond frumsýndur kring heimin. Tað er nakað heilt serligt, tá ið ein nýggjur James Bond filmur kemur á hvíta tjaldið, og soleiðis var eisini í nátt. Hóast søgan er gomul – og ivaleyst eisini endurtikinð mangar ferðir – er áhugin fyri James Bond ovurhondsstórur.
Fyrsti filmurin um James Bond, Dr. No, varð gjørdur í 1962, og síðani eru Bond-filmarnir gjørdir við skiftandi sjónleikarum til nýggjar og gamlar hyggjarar – og nýggjar tíðir.
Nýggi Bond-filmurin kallast Skyfall, og hann er leikstjórnaður av Sam Mendes. Upptøkurnar eru fyri tað mesta gjørdar í Bretlandi, Kina og Turkalandi.
Hetta er triðju ferð, at Daniel Craig tulkar James Bond, og hann hevur avtalu um tveir filmar afturat. Daniel Craig hevur gjørt Bond eitt sindur myrkari og daprari, men skoðsmálini, hann hevur fingið fyri leiklutin, hava verið sera góð.
Fyrrverandi Bond-sjónleikarin, Sir Roger Moore, var sera væl nøgdur við Skyfall eftir eina privata sýning og segði, at Daniel Craig hevur definerað Bond av nýggjum.
Lagar seg til tíðina
Í eina hálva øld hevur James Bond livað væl á hvíta tjaldinum, og spurningurin er, hvussu tað ber til, at Bond-hugtakið hevur verið so seiglívað og framvegis hevur tað sera gott.
- James Bond hevur livað í 50 ár á filmi og fer ivaleyst at gera tað í 50 ár afturat og meira enn so, heldur Birgir Kruse, filmskennari.
- Orsøkin til tað er, at søgan um James Bond hevur megnað dugað at tillagað seg, bæði við leikarum, sum filmsframleiðsla og sum úttrykk í tíðini. Fyri 50 árum síðani snúi tað seg um kalda kríggið millum eystur og vestur, meðan nú eru tað nú eru meira raffierneraðir bandittar í filmunum. James Bond er eisini ein brúkaraveitsla, sum vísur alt tað, ið sum er frammi í tíðini, ikki minst hjá mannfólki – íroknað inklusiv konufólk sum brúksvøra.
Og Daniel Craig hevur hesi seinastu árini givið James Bond enn eitt nýtt andlit úttrykk.
- Daniel Craig, sum nú hevur spælt tríggjar Bond-filmar, hevur gjørt James Bond meira macho og harðrendan, enn teir meira elegantu Sean Connery og Roger Moore vóru í sama leikluti sum James Bond. Pallsetingin og alt umhvørvið í hesum Bond-filmunum er munandi meira harðrent, enn tað var í gomlu filmunum, sigur Birgir Kruse og vísir til somu gongd í Batmanfilmunum.
Spegling av samtíðini
Hugurin at síggja Bond-filmarnar í biografi er ikki minkaður við árunum, og Bond-filmarnir eru framvegis eftir øll hesi ár nakað av tí best umtókta, sum finst í biohøllunum.
- Hetta er ein ógvuliga einføld elementer spenningsrøð við einføldum elementerum figurum. Og samstundis er søgan um James Bond, sum nú er søgd í 23 pørtum gjøgnum 50 ár, sera bundin at tekniskum brúkslutum og -fyribrigdum, og tí eru filmarnir eisini ein reklamuparada. Hetta er ein háttur hjá samtíðini at spegla sær sjálvari og teirri brúkaraveitslu, sum vit øll eru bundin avt, tí Bond-filmarnir eru – og eiga at vera – ein spegling av samtíðini og ikki meir enn tað, sigur Birgir Kruse.
- Tí kann tað eisini verða rættiliga stuttligt at síggja gamlar Bond-filmar við gamlari tøkni og einari heimsmynd, sum ikki er til longur.
James Bond filmarnir røkka sum miðil um allan heimin, og eisini her heima í Føroyum eru filmarnir sera væl umtóktir.
- Marknaðarføringin av James Bond er meistarlig, og vit í Føroyum eru ikki avbyrgd, men alheimsgjørd og fylgja við í tí, sum gongur fyri seg úti í heimi. Tí vilja vit eisini síggja James Bond-filmarnar og helst samstundis sum øll onnur í heiminum gera tað, heldur Birgir Kruse.
- Skalt tú síggja gott út og fylgja við, so er at fylgja andanum í nýggjasta James Bond filmi, sum helst er ásjónligasta brúkara-altar í okkara samtíð. Men hevur biografgangarin einki annað at ganga uppí, so er James Bond tað bera stakkalastás og dømi um eina sjúka brúksmentan. Men hvat, tað hugsa vit ikki um, tá vit loysa bilett til myrkrið!
James Bond varð frumsýndur í Havnar Bio í nátt klokkan 007, og sýningarnar halda fram komandi dagarnar og vikurnar.