Samtyktar lógir steðga upp í Danmark

Jenis av Rana hevur sett Ríkisumboðsmanninum ein spurning viðvíkjandi hjúnalagslógini, sum er samtykt, men er steðgað upp í Danmark. Jenis fekk eitt positivt svar sigur hann sjálvur, men hann fanst harðliga at, at danir skulu súlta okkara mál.

Sjálvandi er tað átaluvert, at slíkt hendir, antin tað er í Danmark ella í Landsstýrinum. Vit minnast kirkjulógirnar. Men er Jenis av Rana og allir hinir løgtingsmenninir greiðir yvir, at vit hava helst rekord uppá súlting av málum!! Eg hugsi um eitt sera viðkomandi og týdningarmikið lógaruppskot, sum hevur 18 ár á baki. Tað er lógin um vanlukkutrygging! Seinast, vit frættu frá hesum máli, var tá Kristian Magnussen táverandi landstýrismaður legði uppskotið á tingborð, men so kom val í úrtíð. Eg skilji ikki, hví tað annars frálíka uppskotið ikki er lagt fram aftur. Jú! Hetta er helst rekord í súlting ? ikki í Danmark, men í Føroya Landsstýri.


Tórshavn, 10-05-00

Hanna Lisberg