Føroyar fara upp í Schengen samstarvið eins og Danmark.
Hetta samtykti løgtingið mikudagin við 25 atkvøðum fyri, einari blankari og einari ímóti.
Viðgerðin av spurninginum um at ríkislógartilmæli um Schengen avtaluna hevur verið drúgv. Uttanlandsnevndin hevur havt 11 fundir um málið, og limirnir hava verið rættiliga ørkymlaðir um fleiri viðurskifti í avtaluni. Men at enda samdist nevndin kortini um at mæla tinginum til at taka undir við avtaluni.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, heldur, at tingið mikudagin skuldi velja ímillum pest og kolera.
? Valdu vit at vera uttanfyri, fingu vit bæði pest og kolera, tí so isoleraðu vit okkum. Men av tí, at vit valdu at vera við, kunnu vit bert vænta okkum antin pest ella kolera, segði Høgni Hoydal eftir atkvøðugreiðsluna mikudagin.