Mikukvøldið spældu Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki dyst á útivølli móti Ilves í bestu finsku fótbóltsdeildini.
Tað eydnaðist SJK at vinna dystin 3-2. Samuel fekk næsthægsta karakterin av øllum teimum, ið vóru á vøllinum frá soccerstand.com.
Oskari Vaisto legði SJK á odda í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki. Ilves javnaði tá ein tími var leiktur av dystinum. Átta minuttir seinni legði Rasmus Karjalainen SJK á odda við einum brotssparki. Elias Mastokangas økti til 3-1 beint áðrenn vanliga leiktíðin var farin. Ilves minkaði um munin í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
SJK er nummar fimm í deildini við 21 stigum. Fremst eru HJK Helsinki og KuPs við 23 stigum hvør. Teimum á baki koma Inter Turku og Ilves, ið hava 22 stig hvør.
Komandi týsdag klokkan 16 - klokkan 18 finska tíð - spælir SJK fjórðingsfinalu í finsku steypakappingini. Talan verður um dyst á útivølli móti AC Oulu.