Samvitskan skuldi fingið Boga at lagt frá sær

– Eg haldi, at Bogi Andre­a­sen átti at lagt frá sær sum var­a­borgarstjóri í Havn.

Tað heldur Marin Katr­ina Frý­dal, býráðslimur fyri Tjóð­veldi í Havn.
Hon sigur hetta í kjal­ar­vørr­inum á, at Bogi Andr­e­a­sen, bý­ráðs­lim­ur, kunn­­gjørdi í gjár, at hann meld­­aði seg úr Tjóðveldi og fór upp í Fólkaflokkin.
Men umframt at vera býráðslimur, er hann eisini var­a­borg­ar­stjóri og tann sess­in ætlar hann ikki at leggja frá sær.
Gamalt er, at samgongan í Tórs­havnar Býráð hevur bæði borg­ar­stjóra og var­a­borg­ar­stjóra og tískil eru tað summi, i halda, at tað er Tjóð­veldi, sum ”eig­ur” var­a­borg­ar­stjóran.
So var alt, sum tað átti, hevði tað helst verið Marin Katr­ina Frýdal, sum skuldi ver­ið var­a­borg­ar­stjóri, eftir sum hon er fyrst vald­ur bý­ráðs­lim­ur hjá Tjóðveldi.
Men sum støðan er nú, er tað Fólk­a­flokk­ur­in og so­statt and­støðan, sum eigur henda týð­and sessin.
- Formliga eru borg­ar­stjóri og var­a­borg­ar­stjóri vald­ir fyri fýra ár so eftir lóg­ini kann ongin tvinga Boga Andre­asen frá sum varaborgarstjóra, ásannar Marin Katrina Frýdal.
Men hon heldur, at etiskt, átti hann eisini at lagt frá sær sum varaborgarstjóri.
– Hansara samvitska átti at fing­ið hann at lagt frá sær sum vara­borgarstjóri, sig­ur hon.
- Eg skilji ikki slíkan mor­al. Men moralur er so ym­isk­ur hjá fólki, leggur hon aft­urat.
Hon sigur, at bý­ráðs­lim­ir­nir hjá Tjóðveldi hava ikki við­gjørt støðuna enn. Tað fara tey at gera nú um viku­skift­ið og tí fær hon ikki enn sagt, um flokkurin fer at heita á Boga Andreasen um at leggja frá sær sum var­a­borgarstjóri.