Sandavágs Talvfelag hevur í dag endurvunnið FM heitið í talvi fyri lið. Tað er greitt, hóast tað restar eitt umfar. Í dag vunnu sandavágsmenn 3 ½ - ½ á toftamonnum. Klaksvík 1 vann 2 ½ - 1 ½ á Havnini, og Klaksvík 2 vann 3-1 á Vestmanna.
Í toppinum er støðan tann, at Sandavágur hevur 27 ½ stig, Klaksvík 1 hevur 22 ½ stig, og Havnini hevur 21 ½ stig. Tá ið tað eru fýra stig at kappast um í hvørjum umfari, er tað greitt, at Sandavágur hevur vunnið FM heitið, sum sandavágsmenn eisini vunnu síðsta kappingarár.
Í botninum sær tað ikki so gott út hjá vestmenningum. Tapið ímóti Klaksvík 2 í dag ber við sær, at Vestmanna er aftast við 10 ½ stigum, Toftir hava 12 ½ stig, og Klaksvík 2 hevur 14 ½ stig.
Vestmanna-Klaksvík 2 1 – 3
Thorbjørn Thomsen-Rani Nolsøe 0-1
Jákup á Rógvu Andreasen-Rani Baldursson 0-1
Martin Brekká-Tummas Martin Sólsker 0-1
Jón Mikkelsen-Esbern Christiansen 1-0
Havnin-Klaksvík 1 1 ½ - 2 ½
Olaf Berg-Ólavur Simonsen 0-1
Martin Poulsen-Wille Olsen ½ - ½
Herluf Hansen-Finnbjørn Vang 0-1
Heiðrikur T. Jacobsen-Terji Petersen 1-0
Toftir-Sandavágur ½ - 3 ½
Jens Christian Hansen-Rógvi Egilstoft Nielsen 0-1
Andrias Danielsen-Høgni Egilstoft Nielsen 0-1
Andreas Andreasen-Carl Eli Nolsøe Samuelsen 0-1
Wensil Højgaard-Torkil Nielsen ½ - ½
Tíggunda og síðsta umfar verður telvað leygardagin 15. mars, og tá sær skráin soleiðis út: Klaksvík 2- Toftir, Sandavágur-Havnin og Klaksvík 1-Vestmanna.
Á FM liðnum hjá Sandavágs Talvfelag, sum sæst á myndini, eru Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilistoft Nielsen, Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Torkil Nielsen.