Stríðið hjá landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen og liðfeløgum hansara í Sandnes at sleppa undan aftasta plássinum í bestu norsku hondbóltsdeildini, og harvið beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina heldur fram.
Í dag vann Sandnes á heimavølli í Vår Energi Arena ein sera týðandi 34-28 sigur á Sandefjord. Í steðginum var Sandnes bert á odda við einum máli, 13-12.
Pauli bjargaði átta av 28 málroyndum. Harímillum vóru tvær brotskastsbjargingar. Kappingarneytin, Adrian Holgersen Vikra bjargaði fýra av 11 málroyndum.
Sandnes er framvegis aftast í deildini við 12 stigum. Bækkelaget og Halden hava eisini 12 stig, og Sandnes má enda frammanfyri annað av hesum báðum liðunum fyri at sleppa at spæla dystir um upp- og niðurflyting móti einum liði úr næstbestu deildini.
Sandnes hevur tríggjar dystir eftir at bjarga sær í. Fríggjadagin 27. mars hevur Sandnes dyst á útivølli móti Elverum.










