Fiskivinna
Tað hevur líkasum vundið uppá seg, at fiskavirkir leggja stilt einar 2-3 vikur um summarið.
Á virkjunum hjá Sandoy Seafood plaga tey ikki at leggja stilt, men í ár verður øðrvísi.
Magnus Jespersen, stjóri, sigur, at øll framleiðsla á virkjunum á Sandi og í Skopun verður løgd still í viku 31 og 32, sum eru vikurnar eftir ólavsøku. Tá fer alt fiskafólkið í summarfrí, meðan ymiskar ábøtur verða gjørdar á virkjunum.
Trol-og snellufiskur
Stjórin sigur, at hampiliga fitt av fiskaarbeiði hevur verið í summar, og sum oftast hevur eydnast at keypa so mikið av ráfiski, at arbeiði hevur verið samanhangandi. Onkur vika hevur tó verið í slakara lagi.
Síðsta hósdag landaðu partrolararnir, Kolumbus og Nornagestur, á Sandi. Teir høvdu umleið 250.000 pund, meginparturin upsi.
Fríggjadagin í síðstu viku landaði Antares 40.000 pund av snellufiski undan Íslandi. Hetta var fyrsti túrurin hjá teimum undir Íslandi í summar.
Í vikuni hevur Sandoy Seafood eisini keypt nakað av snellufiski frá Morning Star, sum landaði á Toftum.
Týsdagin visti Magnus Jespersen ikki at siga, um nøkur landing verður hesa vikuna.