Sandoyar sýsla skal kompenserast við serskipan

Sandoyar sýsla ein sera lítil eind. Hetta skulu vit kompenserast fyri við eini serskipan, sigur Brandur Sandoy.

Sands bygdarráð hevði fund í gjár, og tá samtykti bygdarráðið einmælt samstarvssáttmálan um eldraøkið.

 

Brandur Sandoy, borgarstjóri, sigur, at nú er eftir at fáa fíggingina upp á pláss, og har fer hann sum tingmaður at gera sítt allar besta fyri at fáa útjavnað tann ójavna sum er millum kommunur.

 

- Tað eru kommunur, sum líða undir, at landið hevur verið niðri í kommunukassunum og lóggivið frádráttir fyri eitt nú DIS, FAS og aðrar skipanir.

 

Hann sigur, at tað snøgt sagt verður eitt krav frá hansara síðu, at hetta verður ein partur av fíggingarleistinum.

 

- Nú er nóg mikið tosað um, at kommunur vera raktar ójavnt av hesum. Nú skal handlast.

 

Borgarstjórin vísir á, at Sandoyar sýsla ein sera lítil eind og fær tí ongan stórrakstrarfyrimun.

 

- Hetta skulu vit kompenserast fyri við eini serskipan fyri Sandoynna, har vit, sum skotið er upp, fáa 30% meira afturborið, sigur ein avgjørdur Brandur Sandoy við in.fo í kvøld.