Tað verður mangan sagt, at er tað nakað, ið kann fáa tað versta upp í føroyingar, er tað jørð og seyður.
Tað er ein sannroynd, sum nú eisini er staðfest á staðfest á í Sandoynni, har klandur og stríð um eitt feitilendi hevur elvt til reinar wild-west tilstandir í oynni í meiri enn eitt ár.
Fríggjadagin endaði hetta stríðið við, at ein maður er dømdur at sita í geglinum í 30 dagar, eftir at hann jarðlegði ein annan mann, tá ið teir møttust mitt í haganum.
Maðurin, sum er ákærdur játtaði seg partvís sekan.
Skutu seyðin niður
Í rættinum kom fram, at ósemjan um hetta feitilendi er ikki heilt nýtt og tað snýr seg um, hvør eigur rættin til at brúka feitilendi.
Bæði ein bóndi og eitt samtak av einum sjey monnum hava tikið sær rættin at brúka feitilendi.
Í 2007 hevði samtakið av teimum sjey monnum slept seyði í feitilendið, men bóndin tók hann upp aftur og slepti honum í hagan hjá teimum, sum áttu hann.
Ístaðin slepti hann sínum egna seyði niður.
Men tað fall ikki í góða jørð hjá hinum og teir fóru tí í báti og skutu allan seyðin niður við riflu.
Eftir hetta fekk bóndin skrivliga váttan frá Búnaðarstovuni upp á, at tað er hann, sum eigur rættin til feitilendið.
Tað hjálpti tó ikki nógv, tí hinir sleptu aftur seyði í feitilendið í fjør vár.
Men í samráð við løgregluna tók bóndin seyðin upp aftur og slepti honum í sín egna haga, uttan tó at sleppa sínum egna seyði niður ístaðin.
Endamálið var, at vildu hinir sjey menninir hava seyðin aftur, máttu teir í rættin við málinum.
Men so langt kom tað ongantíð.
Bangnir fyri at verða dripnir
Maðurin, sum er ákærdur fyri harðskap, plagdi hjálpa bóndanum og hann var farin í hagan eitt kvøldið í heyst, tí teir høvdu varhugan av, at onkur óboðin gestur var í haganum.
Tað var ein av hinum sjey, sum var farin í hagan. Hann greiddi frá ið rættinum, at hann var farin at hyggja eftir seyðinum, sum hann átti, men sum bóndin hevði tikið upp.
Mitt í haganum møttust tann ákærdi og tann, sum var farin at hyggja eftir seyði.
Tann ákærdi skuldsetti hin fyri ólógliga hagagongu.
Men so eru frágreiðingarnar eitt sindur ymiskar um, hvat síðani hendi.
Tann ákærdi sigur, at tá ið hin varð skuldsettur fyri ólógliga hagagongu, bleiv hann svakur slóð fyrst.
Men hann smekkaði til aftur tvær ferðir og rakti hann mitt í andlitið. Hann segði, at tað var eitt treytað afturbragd (reflekshandling), tí hann føldi seg hóttan.
Tann álopni maðurin sigur hinvegin, at tann ákærdi leyp á uttan ávarðing og jarðlegði hann við tveimum sløgum mitt í andlitið.
Báðir eru samdur um, at tann sligni maðurin svímaði.
Tann ákærdi sigur, at hann stakk av. Hann segði, at fingu partamenninir hjá hinum álopna fatur á honum, ivaðist hann onga løtu í, at hann varð “likvideraður á staðnum”, sum hann málbar seg.
Hann fór sostatt burtur frá, men bíðaði til hann sá hin koma úr haganum, tí hann vildi kortini ikki hava, at hann skuldi liggja úti um náttina.
Tann sligni maðurin greiddi frá, at tá ið hann raknaði við aftur, fekk fatur á telefonini og ringdi til ein vinmann og bað hann koma at hjálpa.
Men hann rullaði seg niður í eina veit at krógva seg, til vinmaðurin var komin, tí hann var bangin fyri at verða dripin, varð hann funnin.
Tá ið teir komu oman til vegin, sóu teir hin ákærda ganga og lúra ímillum nakrar heyggjar, tí hann tordi ikki oman.
Men so hasaði alt av aftur og hvør fór hvør til sítt....
Løgreglan gjørdi onki
Verjin hjá manninum helt, at maðurin kundi í mesta lagi fáa ein treytaðan dóm.
Hann spurdi eisini, hvussu tað kundi bera til, at klandur um eitt feitilendi kundi fara so yvir gevind, at tað endaði í harðskapi.
Hann segði, at ein forkláring er, at løgreglan hevði onki gjørt við málið.
Bóndin, sum átti rættin til feitilendið, hevði meldað hinar meiri enn einaferð, men onki hendi.
Hann hevði eisini meldað tá ið seyðurin varð skotin. Ein kúla varð send til Danmarkar til kanningar, men heldur ikki tá hendi nakað.
Maðurin, sum er ákærdur greiddi eisini frá, at hann fór heldur sjálvur í hagan, ístaðin fyri at melda, tí hann føldi ikki, at løgreglan gjørdi nakað við málið kortini.
Verjin segði sostatt, at hetta er ein støða, sum kundi verðið kvald í føðingini, hevði løgreglan gjørt nakað við málið.
Hann helt, at tí var støðan fyri ein part framprovokerað og tí átti revsingin at verða treytað.
Kortini at allir partar vóru samdir um, at tað var ikki nóg góð umbering fyri harðskap
Maðurin, sum varð sligin, varð lagdur á Landssjúkrahúsið til kanningar og eygleiðingar, men slapp heim dagin eftir, men hann mátti seymast aftur við nøkrum stingum í vørrini.
Maðurin, sum varð ákærdur, varð dømdur at sita í geglinum í 30 dagar fyri harðskap.
Hann skal eisini rinda slakar 9000 krónur í endurgjaldið fyri og fyri einar brillur og ein kikara, sum hann hevði mist.
Seinni fær hann møguliga eitt endurgjaldskrav afturat frá tá álopna manninum fyri mista inntøku.