Sandoyingar dusaðu sær á festivalinum

1. DEILD: Amerikanarin og brasiliumaðurin skoraðu málini, tá ið B71 aftur lyfti seg fram á uppflytingarpláss

Tað er Country festivalur í Sørvági, og í kvøld hevði næstbesta liðið hjá 07 Vestur vitjan av B71.

 

Dagsskráin hjá B71 er at vinna uppflyting, meðan dagsskráin hjá teimum næstbestu í Vágum er at varðveita plássið í næstbestu deildini.

 

Í kvøld vann B71 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Heimaliðið helt tørn, inntil tað restaðu seks minuttir av fyrra hálvleiki. Tá var tað Eduardo Coimbra, sum eftir hornaspark legði gestirnar á odda. Hetta var áttanda málið hjá brasiliumanninum, sum er toppskjútti hjá sandoyingum.

 

Átta minuttir eftir steðgin økti B71 um munin til 2-0. Málskjútti var Leonard Londe eftir upplegg frá Aron Klementsen, og tá ið tað restaði eitt korter var Leonard Londe aftur upp á spæl, tá ið hann skoraði til 3-0. Harvið var amerikumaðurin tvífaldur málskjútti. Hann hevur nú skorað seks mál.

 

B71 er næstfremst – í hvussu so er til í morgin – við 30 stigum. AB, sum er á triðja plássi við 29 stigum, fer í morgin at spæla á heimavølli ímóti toppliðnum Skála, sum hevur 34 stig.

 

07 Vestur er næstaftast við fýra stigum.