Stevnan byrjar longu fríggjakvøldið við tivoli, sølutelti og dansi, men verður fyrst alment sett leygardagin klokkan 14:30.
Tað verður ein av synunum hjá bygdini, Fríðleif Lydersen ið virkar sum prestur í Noregi, ið fer at seta stevnuna. Síðani halda tey siðbundnu stevnutiltøkini fram.
Klokkan 16 verður tó eitt lítið undantak. Tá fer nevniliga Janus á Húsagarði at tekna saman við børnunum í samfullar tveir tímar.
Hevur ein hug at royna seg ímóti B71-málverjanum, Svein Rógva Hansen, so verður høvið til tað kl. 15:30. Tá fer hann at standa í máli á FIFA-vøllinum í bygdini at taka ímóti skotum frá børnum og vaksnum.
Um kvøldið verður hildið á við tónleikacafé, útifundi, myndaframsýning og midnáttarrøðu, sum Kaj Leo Johannesen, løgmaður fer at halda.
Sunnudagurin byrjar við fólkafundi á Eiler Jacobsensgøtu,har Jákup Reinert Hansen og Bjørt Samuelsen halda røðu og um kvøldið verður sangløta við góðum sangkreftum.