Sandoyingar um EITT valdømi

Skulu Føroyar gerast eitt valdømi?

JA, í dag heldur enn í morgin


Tórur Johannesen, avgreiðslumaður á Sandi

- Tað er eingin ivi um hetta í mínari verð: Vit mugu fáa eitt valdømi so skjótt sum gjørligt – heldur í dag enn í morgin.

- Vit í Sandoynni hava fingið sera lítið burtur úr í hesum valskeiðinum, - ja, tað er nærmast skammiligt!




NEI, tí vit fáa slettis einki


Poul Klementsen, bóndi á Sandi

- Eri eg ímóti uppskotinum, tí eg vænti ikki, at okkara sjónarmið í Sandoynni verða hoyrd á sama hátt sum áður.

- Hvør avleiðingin verður um uppskotið verður samtykt? Tja, vit fáa lítið til Sandoynna sum er. Men við einum valdømi fáa vit slettis einki.