Nógvastaðni, har tað líka sum lívir fyri ættini, plagar veðrið ikki at roynast so galið, tá tað annars er illveður. Men, soleiðis er ikki á Sandi. Er hann landnyrðingur ella eystan í ættini, og vindurin liggur oman av hamrinum, er ofta ringasta veður á Sandi.
Soleiðis hevur eisini verið seinnapartin í dag, tá tú neyvan stóð á beinunum, tá vindurin var mestur. Tað hevur eisini verið ógvuliga vátt í veðrinum, og við nógva regninum hevur verið rættiligur stormur á Sandi.
Sands Sløkkilið noyddist til arbeiðis, tá nakað leið út á seinnapartin, og menn vóru ikki við hús aftur fyrr enn umleið klokkan 19.30 í kvøld. Soleiðis hava einir 10-15 mans hjá Sands Sløkkiliði verið í gongd allan seinnapartin.
Tað byrjaði við, at vindskeið og úthang á húsinum hjá samkomuni Sion á Sandi hevði hug at ríva, og sama var við bygninginum hjá Sands kommunu. Her stóð nógv á útsynningsskjøldrinum, og onkur pláta loysnaði.
Tað eydnaðist sløkkiliðsmonnum at draga eitt trolstykki oman yvir henda partin av tekjuni. Tá viðhefta mynd varð tikin um 17-tíðina í dag, vóru teir júst í holt við hetta arbeiði, og hesa løtu vóru fleiri mans og sløkkiliðsbilur á staðnum.
Umframt at rætta eina hjálpandi hond við samkomuhúsinum Sion og bygninginum hjá Sands kommunu, hjálpti sløkkiliðið eisini til við einum sethúsum, har takskeggið varð loysnað, eins og teir hjálptu til við at bjarga einum úthúsi á Sandi.